Lýsing
Lýsing

Leivdirnar av fyrsta barnaheiminum hjá pápa mínum á Húsum

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  11.04.2024 - 08:59 Mentan Tíðindi

Tá eg í gjár vitjaði á Kalsoynni saman við pápa, steðgaðu vit á við leivdirnar av hansara fyrsta barnaheimi á Húsum, har hann var føddur, og búði til hann var um fimm ára gamal.

 

Nú standa bara leivdirnar av roykstovuni í gomlu húsunum eftir, og henda hevur alla mína tíð bara verið kallað “Gamla roykstova”. Hesi húsini vóru annars kallað í Niðaru Lon, og tey liggja omanfyri vegin sunnarlaga í bygdini. Her kom Lilla, mamma pápa og omma mín at vaksa upp hjá mostir síni Onnu, sum var gift Húsa-Dáva. Tey bæði fingu ongi børn, men omma mín og Klæmint Eliasen, sum seinni var trúboðari á Tvøroyri, vuksu upp hjá teimum báðum. Húsa-Dávi var mammubeiggi Klæmint, sum var sonur Jóhonnu og gamla Líggjas í Hússtovu í Mikladali.

Tá Lilla omma giftist Jakke abba í 1929, giftist tey inn í hesi gomlu húsini í Niðaru Lon, og árið eftir varð pápi føddur har. Jónathan farbróður, sum er trý ár yngri enn pápi, var eisini føddur í hesum gomlu húsunum. Miðskeiðis í 1930 unum, keyptu Lilla omma og Jakke abbi húsini á Niðaru Brekku longur norðuri í bygdini frá Marionnu og Andrias Jacobsen, sum tá fluttu til Klaksvíkar at búgva. Tá flutti alt húskið norður hagar, tí har var meira pláss.

Sjálvt um pápi bara var fimm ára gamal, tá tey fluttu úr Niðaru Lon, so minnist hann væl, hvussu húsini vóru innrættað. Roykstovan, sum enn so dánt hórar uppi, var í tí sunnara endanum. Norðanfyri hana var eitt rúm, har tey svóvu, og í tí norðasta endanum var stovan í húsunum. Niðanfyri húsini, har vegurin nú gongur, var ein durur fram við allari niðari síðu, har tey gingu inn í roykstovuna.

Tann norðasti parturin av húsunum var tikin niður, nakað eftir at húskið flutti úr teimum, men roykstovan var standandi eftir, og hana brúktu tey til hoyggjhús. Pápi og nøkur av hansara systkinabørnum hava ætlað at sett hesa gomlu roykstovuna í upprunastand, so hon kundi varðveitast til eftirtíðina, men nú verður hetta helst av ongum. Pápi fylti 94 ár í februar í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS