Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Heimavirki kallast nú 1912

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2024 - 09:29 Mentan Tíðindi Vinna

Handilin eitur nú 1912, sum er árið, tá handil á fyrsta sinni lat upp í prýðiliga hvíta bygninginum á Biskopsstøð

 

 

Týskvøldið 9. apríl var aðalfundur í Norðoya Heimavirki. Øll nevndin varð afturvald.  Ásla Heinesen, forkvinna, Ester Áarskarð, næstforkvinna, Ása Johannesen, kassameistari, Anna Vang og Sunrid Áarskarð, nevndarlimir.Tiltakslimir eru Annika Maisonsdóttir Mellemgaard og Ronnie Heinesen.

Handilin hjá Norðoya Heimavirki var stongdur í tveir mánaðar, frá január til mars, har nevndin umvældi hølini. Handilin er nú sera snøggur og ljósur.

Handilin eitur nú 1912, sum er árið, tá handil á fyrsta sinni lat upp í prýðiliga hvíta bygninginum á Biskopsstøð.

Handilin selur nú bara heimavirkaða vøru. Vøruúrvalið er partvís til útlendingar, men fyri tað mesta til føroyska marknaðin. 

Nevndin leggur seg eftir, at hava lekrar gávulutir til øll høvir. 

Endamálið við handlinum er, at menna kreativa umhvørvið, fyrst og fremst í Norðoyggjum. Konseptið er broytt eitt sindur, í mun til hvussu heimavirkir annars hava virkað.

Vónandi taka norðoyingar og føroyingar væl í móti nýggja handlinum, og vilja stuðla egnum hondverki, so vit saman kunnu menna kreativa umhvørvið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík