Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør skal umboða Føroyar á Pan-ArcticVision? 

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.04.2024 - 16:04 Myndarøð Tíðindaskriv

Í fjør fór Guðrið Hansdóttir til Norðurnoregs at umboða Føroyar í tónleikakappingini Pan-ArcticVision. Nú er tíðin komin at finna nýggjan føroyskan sang og nýtt tónlistarfólk til kappingina, sum í ár verður í Nuuk. 

 

 

Við tí endamáli at styrkja arktiska felagsskapin og at seta sjóneykuna á arktisk mál og arktiska mentan, tók listabólkurin NORDTING í fjør stig til eina nýggja altjóða tónleikakapping við Arktis í miðdepli – Pan-ArcticVision. Her kappast 10 tónlistarfólk úr 10 ymiskum økjum í Arktis við 10 sangum.

Arktiska økið er til kappingina liðiligt, tí luttakararnir koma úr eitt nú Sámalandi, Alaska og eisini úr Føroyum.

Í fjør var Guðrið Hansdóttir við sanginum Blátt myrkur vald at umboða Føroyar í kappingini, sum varð hildin í Vadsø í Norðurnoregi. Pan-ArcticVision var beinleiðis stroymd til londini í Arktis, og tá atkvøðugreiðslan var av, var tað greitt, at vinnarin gjørdist grønlendski tónleikabólkurin NUIJA við sanginum Takutillara. Tí verður Pan-ArcticVision 2024 í Nuuk.

Nú er tíðin komin at finna nýggjar luttakarar til kappingina. Hetta merkir, at føroysk tónlistarfólk nú kunnu senda sítt íkast til Pan-ArcticVision 2024 við teirri vón at sleppa at umboða Føroyar 12. Oktobur í Nuuk.

Freistin at senda tónleikainnslagið inn er 15. mai 2024.

Norðurlandahúsið samstarvar um verkætlanina. Tað ber til lesa um kappingartreytir og annað á: https://www.nlh.fo/fo/tidindi/tidindi-ur-nordurlandahusinum/kom-og-kappast-i-tonleikakappingini-pan-arcticvision

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap