Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kokkalesandi í starvsvenjing á KSS

SKRIVAÐ: kss.fo  |  12.04.2024 - 16:24 Tíðindi Vinna

Seinastu 5 vikurnar hevur Páll Brim verið í starvsvenjing í køkinum á KSS.

 

Hann er undir útbúgving til kokk á Tekniska Skúla í Klaksvík, og hevur valt at taka starvsvenjingina á KSS.

Í starvsvenjingini hevur Páll verið partur av dugnaliga køkstoyminum á KSS, og sigur hann seg hava lært nógv.

Hann er fegin um, at køkstoymið hevur tikið so væl ímóti honum; at hann er sloppin framat, og at tær hava givið sær stundir til góða ráðgeving og vegleiðing.

Sum nakað heilt serstakt rundaði Páll starvsvenjingina av við hugnaligum tónleikainnslagi, ímeðan starvsfólkið kundu njóta ein bita av vælsmakkandi lagkøku, ið Páll sjálvur hevði bakað.

Vit eru fegin um, at vit kundu bjóða Pálli eina góða starvsvenjing, og takka honum fyri tíðina á KSS.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík