Lýsing
Lýsing

Fyrilestur og hugni um klæðir og móta

SKRIVAÐ: Bygdarfelagið Ljósið  |  12.04.2024 - 22:48 Mentan Tíðindi

Nú kemur Katrina í Geil norður

 

 

Katrina í Geil er útbúgvin designari og hevur arbeitt sum persónligur klædnavenjari í 17 ár. Nú kemur hon norður at halda fyrilestur í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Bygdarfelagið Ljósið hevur bjóðað Katrinu norður.

 

Katrina hevur hitt mangar kvinnur í øllum aldri, øllum støddum og øllum litum. Og sum hon sigur: ongin var ó-pen. Ikki ein. Ikki ein einasta ein. Tað vóru klæðini, sum ikki vóru nóg góð. Ikki nóg vøkur. Ikki nóg mikið. Til tær.

Avbjóðingin er altíð klæðini.

Ongantíð menniskja.

Ongantíð kroppurin.

So um tú følir teg ópena, er tú í skeivum klæðum.

-----

Stríðist tú við at finna góð klæðir, so kann tað loysa seg at koma til fyrilestur í Haraldssundi.

Vit bjóða okkurt gott stuttflutt. Og okkurt leskiligt verður eisini til keyps, hevur tú hug til tað.

So kom í góðari tíð til vælumtókta fyrilesturin mánakvøldið 15. apríl. Tiltakið byrjar kl. 19.30, og dyrnar lata upp kl. 19.

Minst til at hava málibandið, pappír og penn við 

Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/.../glad-og-noegd-i-yndisklaedum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík