Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í ár er nýggja stásiliga Varpið karmur um kórstevnuna!

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  13.04.2024 - 00:31 Mentan Tíðindi

Aftur í ár er kendi organisturin, Michael Bawtree her og stjórnar stóra felagskórinum.

 

Tveir spennandi kórdagar eru fyri framman í Varpinum, sum tit kunnu gleða tykkum til!

Michael Bawtree er væl kendur í m.a. Fuglafirði og hevur verið har oftani í kórhøpi.

Eitt stórt felagskór vandi í kvøld frá kl. 18 – 21, har um ein 270 glaðir kórsangara vóru við. Her kanst tú lesa eitt sindur meir um Varpið

Kórið stóð ikki á pall, men sat í teimum deiligu stólunum, har tú situr so rúmliga og væl – og enn einaferð var hesin kendi organisturin og kórleiðari fegin um frálíku umstøðurnar. Hann fekk eina gjølliga og drúgva rundvísing í húsinum, og vildi fegin koma aftur við onkrum spennandi tónleikatyssi uttan úr heimi.

Í morgin er ein drúgv kórvenjing, sum byrjar longu kl. 9.30, har heili 20 kór skulu á pallin. Sjálv konsertin byrjar kl. 16.30 og eftir tað verður tann stóra kórveitslan.

Jú, ikki kann sigast annað, enn at vit hava stóra góða kór-siðvenju í Føroyum.

Kórsambandið takkar Varpinum, Klaksvíkar Manskóri, Kórinum í Christianskirkjuni og SUÐ fyri gott samstarv í sambandi við kórstevnuna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík