Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alment tiltak: Framtíðar flogið í Vágum

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  14.04.2024 - 17:00 Tíðindaskriv

Flogvøllurin er broyttir nógv, síðani fyrsta flogfarið lendi fyri 61 árum síðani. Fleiri útbyggingar eru gjørdar, virksemið er vaksið og fyri stuttum lendi fyrsta farmaflogfarið. Men hvussu er skilabest at skipa Flogvøllin framyvir? Tann spurningin og fleiri aðrar setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið kl. 19:00 í Sørvágs Skúla.

 

 

Vága Floghavn byrjaði við at vera ein hernaðarfloghavn, sum varð bygd undir seinna heimsbardaga. Tí var tað ikki fyrr enn 17. juli 1963, at fyrsta flogfarið – undir vanligari flogferðslu – lendi í Vágum.

Í dag, 61 ár seinni, er flogvøllurin í Vágum framvegis karmur um flogferðsluna í Føroyum, og er hann tann størsta hurðin til útheimin, sum føroyingar hava. Nógvar broytingar eru hendar – og fleiri eru ávegis. Eitt nú, tá fyrsta farmaflogfarið í Føroyum lendi í vágunum fyri fáum vikum síðani. Eitt nýbrot í føroyskari flogsøgu.

Men hvussu skal framtíðin hjá Vága Floghavn síggja út? Skal virksemið víðkast enn meira, og skulu fleiri útbyggingar gerast? Hetta evnið setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið 15. Apríl í Marghøllini í Sørvágs Skúla. Tiltakið byrjar kl. 19:00. Kaffi og kaka verður at fáa, og øll eru so hjartaliga vælkomin.

 

Skráin:

  • 19:00: Vælkomin - Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðar vælkomið.
  • 19:10: Útbyggingar í Vága Floghavn - Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, leggur fram um ferðslu, útlit, framtíðarætlanir og útbyggingar.
  • 19:30: Framløga: Farmaflúgving til og úr Føroyum - Birgir Nielsen, stjóri í Farcargo, leggur fram um, hvussu tað er at vera fyrsta farmaflogfelagið í Føroyum, og hvussu hevur gingist.
  • 19:50: Tónleikur: Jórunn Gudmundsen - Dugnaliga sangarinnan úr Sandavági, Jórunn Gudmundsen, spælir nøkur løg
  • Steðgur
  • 20:15: Framløga: Framtíðarætlanir í Atlantic Airways - Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiðir frá virkseminum  og framtíðarætlanunum í  felagnum.
  • 20:25: Framløga: Simulator AW139 og A320 verkætlanin - Hans Erik Jakobsen, Head of Training í Atlantic Airways Aviation Academy, leggur fram um AW139 og A320 verkætlanina.
  • 20:35: Orðið er frítt - Øll hava møguleika at koma til orðanna. Viðmerkja ella spyra um eitt og hvørt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap