Lýsing
Lýsing
Lýsing

Triðja tapið hjá KÍ í Havn í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.04.2024 - 18:06 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Vánaliga gongdin hjá KÍ heldur fram eftir tap í Gundadali í dag.

Bæði liðini vóru nógv skerd til dagsins dyst, har KÍ-venjarin valdi at skifta til 5-3-2 leikskipan í góðveðrinum í Gundadali.

 

Vánaligt fótbóltsspæl í fyrra hálvleiki

Fyrri hálvleikur man fara í søgubøkurnar sum ein tann vánaligast spældi hálvleikurin nakrantíð millum hesi liðini. Hvørgan av liðunum vildu nakað frameftir og av tí sama var undirhaldsvirði sera vánaligt. KÍ hevði ein stóran málmøguleika, tá Pætur Petersen vann bóltin av Bartal Wardum og spældi til Páll A. Klettskarð, men Teitur M. Gestsson stórbjargaði.

 


HB hevði meira orku síðsta partin

Í seinna hálvleiki batnaði undirhaldsvirði og nakrir málmøguleikar komu. KÍ var omaná, men tá Deni Pavlovic fór út var tað sum, at tað koppaði til HB, sum tók yvir. Og tá HB so fekk sínar málmøguleikar móti endanum, so vóru teir sera stórir. Men tvær ferðir slapp KÍ við skrekkinum, har HB hevði tvífladar møguleikar báðar ferðir í somu støðum.

Í 90. minutti fekk HB hornaspark. Og eftir trunkaspæl var tað Bartal Wardum sum smekkaði bóltin í málið til 1-0 til HB og stór frøði á heimaáskoðarunum.

 


Triðja tap í Havn

At KÍ hevur sítt vánaligasta ár í fleiri ár sást best við, at longu 14. apríl hevur liðið verið tríggjar ferðir í Havn og tapt hvørjaferð. Tveir av dystunum eru taptir síðstu løtuna av dystinum, og tað bendur ofta á, at liðið ikki hevur orku ella neyðugt yvirskot til at fullføra dystirnar. At skylda uppá skaðar verður ov bíligt ein dyst sum hendan. Tí KÍ hevur keypt inn til hetta kappingarárið og valdi ikki at keypa meir, hóast skaðastøðan hjá teimum langtíðarskaddu leikarunum var kend áðrenn flutingarvindeygað lat aftur. Og mótstøðuliðið hjá KÍ hevði í dag hevði eisini nógvar skaðar og hevði sjey leikarar frá byrjan, ið antin eru nýggir í felagnum ella spældu á nýggjum plássi. KÍ hevði bara royndar leikarar frá byrjan burtursæð frá Jákup N. Vilhelmsen, sum spældi ein góðan dyst. Soleiðis sum KÍ hevur avrikað í ár er lítið sannlíkt, at KÍ verður við í FM-stríðnum í ár, sum stigatalvan eisini vísir eftir fimm umfør. KÍ hevur tapt tríggjar av sínum seks dystum í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Lýsing