Lýsing
Lýsing
Lýsing

Júka upp í saman

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.04.2024 - 11:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað kann valla vera nakar eftir, sum ikki hevur fingið við, at Breddaredaktiónin ynskir brandskatting av tilfeingisvinnunum. Tað er vorðið ein skøvað pláta. Sjálvt í ein Bredda um sjúkrahússkannara fekk útvarpsverturin sníkt tilfeingisgjald inn, og tað at onkur hevur latið eina uppgávu inn um tilfeingisrentu á útbúgvingarstovni í Danmark bleiv í Breddanum 16. apríl eisini brúkt sum grundgeving fyri endurtaka boðskapin, hesaferð um alivinnuna. Vit hava fingið tað við – kom nú víðari! 

 

 

Okkara Landskassi hevur tað ikki gott; tað kunnu vit øll semjast um. Landsroknskapurin fyri 2023 sigur eitt hall upp á 200 milliónir og roknað verður við einum halli á umleið 150 milliónir fyri í ár. Tað er sjálvandi keðiligt, men tað er ikki vinnulívið, sum hevur skyldina av tí. Og bara at fylla pengar í aftur kassan við at taka frá vinnuni verður bara symptomviðgerð. Undirliggjandi trupulleikin verður ikki loystur; hann verður bara truplari at fáa eyga á. 

Fyri nøkrum árum síðani og fram til nú hava vit verið vitni til tvær risaverkætlanir í Havn, Glasir og H-bygningin. Slúsurnar úr landskassanum stóðu víðopnar, eftirlitið var í besta føri ivasamt, og verkætlanirnar sluppu tí at spreingja játtanirnar við hundraðtals milliónum. Landsstýrisfólkini vóru ráðavill, vistu sær ongi livandi ráð og kastaðu tí bara handklæðini í ringin og fóru í tingið at biðja um eykajáttanir. Pengarnir fossaðu út úr Landskassanum. Og tað er her – í pengafloyminum úr Landskassanum – at trupulleikin liggur. 

Men tá varð skotið upp at brandskatta fiskivinnuna. Tað skuldi geva eina milliard eyka um árið, segði onkur. Ja, tað skuldi enntá vera so ríkiligt til, at vit øll kundu vænta ein stóran skattalætta. Hann fingu vit ongantíð, tilfeingisgjaldið bleiv ein brotpartur, menningarkvoturnar vóru ein farsa og uppboðssølan ein tragikomedia. Skipanin var óbrúkilig og varð avtikin aftur í 2019. 

Nú mangla so aftur pengar í stórapotti, og harvið eru røddirnar um bara at taka nógv meir frá vinnuni aftur frammi. Brandskatting er lættasta loysn her og nú, men ongin gerst dugnaligur til fíggjarstýring av landskassapengum við bert at krevja meira inn. Og avleiðingarnar í hinum endanum kunnu gerast álvarsamar, sum vit longu hava sæð. 

Vit hava júst fingið eina breiða semju sum eftirspæl av eini sorgarsøgu av, at landið kravdi for nógv. Eftir at samgongan kom við sínum tøkugjaldi í fjør, viðførdi tað hópuppsagnir og flyting av virksemi til útlandið. Tað var sorgarsøgan. Nakrar mánaðir seinni eydnaðist at finna eina breiða semju tvørtur um samgongu- og andstøðumørk, ið skal vara í fleiri ár framyvir. Alivinnan, eitt nú Havbúnaðarfelagið, er ikki álvulig við semjuna, men Vinnuhúsið fegnast hóast alt um, at nú kann roknast við, at friður fer at valda í eina tíð. Fiskivinnan hevur eisini fingið í øllum førum rættiliga støðugar karmar í eitt áramál framyvir. Men landið er stóri vinnarin, ikki vinnan. 

Tað er tí ongin orsøk til at rógva framundir, at hundraðtals milliónir (ella ein milliard, sum við fiskivinnuni) afturat í tilfeingisrentu bara liggja klárar til Landskassan at plukka. Vit hava longu sæð avleiðingarnar av at taka ov nógv inn. Landskassin fær hollendsku sjúkuna og vit fáa hópuppsagnir í vinnuni; ein lose-lose-støða.  

Vit hava funktionellar skipanir, sum gamaní eru kompromis, men sum bæði fiskivinnan og alivinnan helst kunnu liva við, samstundis sum vinnurnar báðar gjalda heilt fitt til tað almenna. Nú eigur friður at valda. Aftur at meyla um at krevja risaupphæddir afturat frá vinnuni tænir ongum positivum endamáli, bara til at øsa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024