Lýsing
Lýsing

Søguløta á Klaksvíkar bókasavni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2024 - 09:55 Mentan Tíðindi

Mikudagin 24. apríl kl. 16.30 verður søguløta á bókasavninum við sjónleikarinum Gunnvá Zachariasen. Hon fer at lesa søguna "Mítt botnlív" um ein einsamallan axolotl, sum leitar eftir vinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til søguløtu.

 

 

Bókasavnið skipar eisini hesa vikuna fyri ruskbingo fyri børnini. Til ber at koma á bókasavnið og fáa eina bingoplátu, tá børnini hava funnið ruskið, sum er á plátuni, koma tey á bókasavnið við ruskinum og fáa okkurt søtt sum vinning. Mikudagin er eisini seinasti dagur at til ber at luttaka á ruskbingo.

Bókasavnið skipar fyri hesari søguløtuni og ruskbingo í sambandi við, at tað er vika 17. Hesa vikuna varpa bókasøvnini ljós á tey 17 heimsmálini, har tað millum annað verður lagdur dentur á at fara væl við umhvørvinum og lívinum á jørðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?