Lýsing
Lýsing
Lýsing

VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing enn í dag

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  10.05.2024 - 12:15 Kykmynd Mentan Tíðindi

Óli á Grømma hevur verið virkin sum trúboðari í meiri enn eina hálva øld. Hann hevur hildið talur kring allan jarðarknøttin. Jógvan Júst, ið eisini hevur verið trúboðari í nógv ár, hevur verið stigtakari til bókina, tí hann sá týdningin í, at fáa fleiri av talunum hjá Óla út í bók,

- Tað eru ikki nógvir talarar, ið goyma sínar notatir, men tað hevur Óli á Grømma gjørt við góðari hjálp frá kontu sínari Judy. Hetta ger tað møguligt hjá okkum at savna allar tekstirnar og síðani geva tað út sum bók, so tað kann vera til signing fyri øll tey, sum kanska ikki hava hoyrt talurnar frá talarastólinum, sigur Jógvan Júst Rasmussen.

Fyrra bókin, sum kom út fyri góðum ári síðani, eitur "Orð úr orðinum" og er ein samanskriving av fleiri av teimum talum, ið Óli á Grømma hevur hildið, tá ið hann hevur verið í Føroyum.

Seinna bókin, ið kemur út um stutta tíð, ber heitið "Saman um samkomuna". Hendan bókin hugsavnar seg mest um talur, ið Óli á Grømma hevur hildið í Føroyum, har tænasta í samkomuni er í miðdepilinum.

Bøkurnar kunnu fáast í flest øllum bókahandlum í Føroyum, og tað er felagið Leirkeri, ið gevur bøkurnar út.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…
Atgongumerkjasølan er byrjað
Havborgin TN 343 (FD 301)
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verð…
Nýtt virksemi í bygningi­num hjá Thomas D…
Upptakt: KÍ-B68
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…