Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinnulívsfólk og eldsálir bygdu okkara lokalsamfelag – og gera tað framvegis

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  22.05.2024 - 07:00 Lesarabrøv Tíðindi

Mong munnu ikki hugsa so nógv um tað í tí dagliga, men tað er vert at minnast og vísa tí ans, at hugsjónarríkir vinnupersónar og eldsálir eiga ein ómetaliga stóran lut í byggingini og menningini av Klaksvík og Norðoyggjum, sum í dag er ein framkomin og áhugaverdur landspartur, ið gevur nógv til samlaða landshúsarhaldið hjá føroyska samfelagnum.

Mynd: Dávur Winther
Beint nú stendur eitt nýmótans hotell í gerð í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík. Ein dreymur, sum hevur livað í hjørtunum hjá nógvum norðoyingum í fleiri áratíggjur, men sum ongantíð er blivin til veruleika – til nú!

Ikki tí – royndir hava verið gjørdar av lokalum eldsálum, sum sóutørvin, men máttu ásanna, at tað krevur nógv, sera nógv, at byggja eitt stórt nýtt hotell í Klaksvík.

Men sum so mangan áður, so hevur okkara lokala vinnulív víst sítt stóra virði í hesum máli, tí tá fólk í lokalu vinnuni her í økinum tóku lógvatak, birtust vónir um, at dreymurin um nýtt hotell í Klaksvík kundi gerast veruleiki – og nú verður hotellið bygt í miðbýnum í Klaksvík!

Henda stutta søga lýsir so væl tað, sum eg fegin vil hava fram í hesi grein – nevniliga, at tað veruliga er lokala vinnan her í økinum, sum hevur bygt, ment og flutt okkara lokalsamfelag inn í tað spennandi nútíðina, sum Klaksvík og Norðoyggjar í dag uppliva.

 

Lokala vinnan hevur
mangan vart Klaksvík

Hotellið í miðbýnum í Klaksvík er bert eitt av mongum dømum um, hvussu stórt virðið tað hevur, at hava eina lokala vinnu, tí hesar fyritøkur og tey, sum mynda hesa vinnu, hava í áratíggjur givið og geva framvegis í dag ómetaliga nógv virðismikið aftur sín heimstað.

Tað er vónleyst í eini grein sum hesari at geva eina nøktandi lýsing av hesum týdningi, sum lokala vinnan hevur, tí dømini um sosiala tilvit og ábyrgdarkenslu teirra eru so mong og so fjølbroytt.

Eg havi ikki talið á, hvussu mangan størri reiðarí í Norðoyggjum hava tikið lógvatak saman við smærri reiðaríum og á tann hátthava tryggjað, at hart vunnin fiskivinnurættindi ikki fóru av vágni.

Slíkur hugburður og alskur til egnan heimstað verður ikki skrásettur í búskaparfrágreiðingum, men tó hevur tað verið granskað í hesum fyribrigdi, sum verður nevnt sosialur kapitalur, og hann hevur ómetaligt virði fyri eitt lokalsamfelag sum okkara.

Jú sanniliga hava vit nógv at takka okkara kæru vinnulívsfólkum og hugsjónarfólkum fyri, tí var tað ikki fyri tey, so vóru Klaksvík og Norðoyggjar als ikki mentar til tað, sum tær í dag eru.

Vit skylda hesum persónum eina hjartans tøkk fyri teirra treiskni og váðafýsni, bæði í viðgongd og mótgongd og ofta undir stórumóvissum, har tey mangan vísa áhaldni og ábyrgdarkenslu fyri starvsfólkum, býnum og lokalsamfelagnum.

 

Her virka bæði dugnaligar
og kappingarførar fyritøkur

Meðan onnur fiskivinnupláss hava mist skip, bátar og veiðurættindi til onnur fiskivinnupláss, so eru vit her í Klaksvík og Norðoyggjum so heppin at hava reiðarí, sum hava megnað bæði at varðveitt vunnin veiðurættindi, og tey hava eisini megnað at økt um veiðurættindi til lokalsamfelag okkara.

Hesi skip og bátar skapa eitt stórt útflutningsvirði til land og fólk okkara.

Eisini innan framleiðslu- og veitingarvinnuna eru vit takksom at hava mangar dugnaligar og kappingarførar fyritøkur, sum skapa virðir, virksemi og hópin av størvum her í lokalsamfelagnum.

Innan hetta økið síggja vit fleiri dømi, sum staðfesta teirra kappingarføri – eitt nú í sambandi við byggingar av kommunalum skúlum, dagstovnum o.s.fr.

Innan handilsvinnu er Klaksvík eisini ein spennandi býur við mongum áhugaverdum og eisini forkunnugum handlum, sum verða væl vitjaðir av bæði býarborgarum og vitjandi.

Her mugu vit ikki gloyma, hvussu nógv allar hesar vinnufyritøkur og persónarnir aftan fyri hesar geva aftur til lokalsamfelagið – eisini við trúføstum stuðli til okkara ríka lokala virksemi.

 

Kommununnar uppgáva er
at verja og fjálga vinnulívið

Ein hin fremsta uppgávan hjá býráðnum er at tryggja, at lokalavinnan fær best møguligar karmar til at mennast og vaksa, samstundis sum virkað verður fyri, at nýggjar vinnur kunnu vinna fram.

Eisini á hesum øki eigur borgarstjórin at ganga á odda sum ovasti politiski og umsitingarligi leiðarin og tryggja býráðsins vegna, at kommunan veitir eina so góða tænastu sum gjørligt til bæði borgarar og vinnufyritøkur – dygdargott, forstáiliga, effektivt, skjótt, vinarliga og fyrikomandi.

Hjá eini kommunu, ið hevur sett sær sum mál at skapa vinnuligan vøkstur, er altavgerandi at vera árvakin og tilreiðar, tá møguleikin býðst fyri framtøkum, ið krevja kommununnar viðvirkan. Sum borgarstjóri í 8 ár veit eg av royndum – bæði góðum og eisini av minni góðum – hvussu stóran týdning hetta hevur, tí vinnufyritøkur eru støðugt í kapping, sum til tíðir kann krevja skjótar viðgerðir, svar og avgreiðslur frá kommununi.

Eisini innan egin innkeyp eigur kommunan at hava ta lokalu vinnuna í huga. Líka so nátúrligt, sum tað er fyri eitt landsstýri í mest møguligan mun at keypa vørur og tænastur innanlands, líka so nátúrligt er tað fyri eina kommunu at keypa mest møguliga í sínum heimaøki, har teir borgarar, felagsskapir og fyritøkur búgva og virka, sum fíggja rakstur og íløgur hjá kommununi. Lokal atlit hava tí líka stóran týdning fyri hvørja kommunu, sum national atlit hava fyri eitt landsstýri.

Vit mugu ikki gloyma, at vinnulívsfólk og eldsálir bygdu og byggja framvegis okkara lokalsamfelag, og fyri meg er eingin ivi: Klaksvíkar kommuna skal gera sítt ítarsta til at fagna og stimbra vinnuligum íløgum og virksemi í lokalsamfelagnum.

 

Klaksvík, mai 2024
Jógvan Skorheim, Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen