Lýsing
Lýsing
Lýsing

GroAqua bygt fóðurflaka til MOWI

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2024 - 14:55 Myndarøð Tíðindi Vinna

Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein n‎ý‎ggjan fóðurflaka til MOWI í Føroyum. Talan er um ein stóran fóðurflaka, sum kann taka 1.000 tons av fóðri og kann fóðra 16 aliringar stamstundis. Flakin er 39 m langur og 13 m breiður.

 

 

Sáttmálin um hesa stóru verkætlan bleiv undirskrivaður av GroAqua og MOWI í juni í fjør, og fóðurflakin bleiv latin til tíðina sambært sáttmálanum.  

 

- Vit hava arbeitt tætt og væl saman við starvsfólkum hjá MOWI síðstu 11 mánaðirnar í samband við hesa stóru verkætlan, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua hevur gingið á odda við at projektera og byggja hendan fóðurflakan. Eg eri errin av, at okkara dugnaligu starvsfólk í Føroyum og Pólandi hava megna at projektera og byggja ein so stóran fóðurflaka innan so stutta tíð.  

 

Tað er felagið hjá GroAqua í Pólandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanar leiðslan hevur ligið í Føroyum. Skipanirnar umborð eru mentar í GroAqua á Kambsdali. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarst‎ýrast frá landi.

 

- Tá vit gera nýggjar íløgur er tað umráðandi fyri okkum, at hesar eisini taka hædd fyri umhvørvinum, har hesar koma at virka sigur Steffan Gaard, aliformaður hjá MOWI. Tískil hava vit gjørt flakan kláran til at taka landstreym, samstundis sum vit hava ljóðbjálva útgerð umborð, so flakin so at siga ikki órógvar nærumhvørvið. Við n‎ýggja flakanum verður møguleiki at fóðra allar ringarnar samstundis og ger hetta alingina so effektiva sum møguligt.

 

GroAqua er ein føroysk fyritøka við omanfyri 100 fólkum í starvi, sum menna og framleiða tøkni og KT skipanir til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Norra, Skotlandi, Pólandi og Danmark.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini