Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høgni Hoydal avgera einsamallur føroyska uttanríkispolitikkin

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður  |  10.06.2024 - 16:04 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar taka undir við, at Palestina verður skipað sum sjálvstøðugt ríki, og hesa støðuna hevur Høgni Hoydal tikið einsamallur vegna allar føroyingar. Tað gongur fram í svarinum til tveir fyrispurningar, sum eg havi sett Løgmanni.

 

 

Málið byrjar tann 28. februar í ár, tá Høgni Hoydal segði í Løgtinginum, at tað er almenni politikkur Føroya, at palestinska fólkið má fáa sítt egna ríki, og at landsstýrið mælir til, at farið verður beinan vegin undir at skipa eina tvíríkjaloysn. Eisini segði landsstýrismaðurin, at hesin politikkurin er alment fráboðaður.

Eg setti tí Løgmanni ein munnligan fyrispurning, har eg spurdi, hvør hevði tikið hesa avgerðina, nær hon var tikin, hvussu hon bleiv fráboðað og ikki minst, um Landsstýrið hevði ráðført seg við Uttanlandsnevndina í sambandi við avgerðina?

Men Løgmaður svaraði bara við at siga, at í eini fráboðan tann 18. desember 2023 hevði landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum sagt, at fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum, og at hetta síðani var endurtikið í løgtinginum og í almenna rúminum.

Svarið kann illa skiljast øðrvísi enn, at orðini hjá landsstýrismanninum eru bæði sjálv støðutakanin og almenna fráboðanin í einum. Har var eingin ráðførsla við Uttanlandsnevndina, og heldur eingin viðgerð í Landsstýrinum.  

Eg setti tí Løgmanni ein nýggjan fyrispurning (ein sonevndan § 52a fyrispurning), har eg millum annað spurdi, um Landsstýrið nakrantíð hevði viðgjørt spurningin á landsstýrisfundi, og um hvørjar mannagongdir verða nýttar í sambandi við viðurkenningar av øðrum ríkjum.

Í morgun fekk eg svar frá Løgmanni. Til spurningin um viðurkenning av einum palestinskum ríki sigur hann, at bara fullveldisríki kunnu viðurkenna onnur lond sum sjálvstøðug ríki, og sum eg skilji tað á svarinum, so er tað orsøkin til, at málið ongantíð er viðgjørt á landsstýrisfundi. Eisini sigur Løgmaður, at tá ið eitt aðalráð leggur eina fráboðan út á sína heimasíðu, eins og til dømis Uttanríkis- og Vinnumálaráðið gjørdi tann 18. desember í fjør, so verður hetta at rokna sum ein almenn fráboðan.

Eftir stendur, at Høgni Hoydal hevur einsamallur, vegna allar føroyingar, tikið undir við, at Palestina verður skipað sum sjálvstøðugt ríki, men kortini fara Føroyar ikki at viðurkenna tað ríkið, um tað verður stovnað, tí tað hava vit ikki heimild til. - So er spurningurin, hvør munur er á at taka undir við at stovna eitt ríkið, og at viðurkenna tað aftaná at tað er stovnað?

Er tað nakar politikari, sum hevur kravt ráðførslur við Uttanlandsnevndina í sambandi við øll uttanríkispolitisk mál, so er tað Høgni Hoydal. Onkuntíð var kravið, at málið skuldi í Uttanlandsnevndina, og onkuntíð vildi hann hava, at málið skuldi viðgerast í tingsalinum, tí Uttanlandsnevndin var ikki nóg mikið. Tí tykist tað løgið, at nú hann sjálvur situr sum landsstýrismaður við uttanríkismálum, er ikki longur neyðugt við nakrari ráðførslu, tí nú er tað nóg mikið, at støðan verður fráboðað á eini heimasíðu.

 

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum