Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jokern á OY Voxbotn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2024 - 09:46 Mentan Tíðindi

Jesper Dahl er maðurin handan listanavnið Jokeren. Hann er útbúgvin lærari, føddur í 1973 og hevur ein feril av Føroyum í sær. Vit kenna hann sum rappara – ja, møguliga ein av teimum bestu í Danmark.

 

Jokeren

 

Hann er kendur fyri sínar beinraknu rapptekstir og serliga hátt at rappa uppá. Hann er ikki typiski rapparin, sum er voksin upp í einari ghetto og rappar um torføra fortíð, men voksin upp í einum heimi við klaveri og saman við eini hampafamilju. Hann er trúgvandi maður og hevur eisini rappað og framført sálmar, so hann má sigast vera spennandi tónleikari. Hann hevur havt leiklut í filmum, verið í ymsum tónleikabólkum og byrjaði í 2003 sína yrkisleið sum solistur.  Hann hevur givið út fleiri útgávur og eisini vunnið fleiri tónleikaheiðurslønir.

 

Eftirnavnið Dahl, er runnið av Dahl ættini úr Vági. Abbin var Hans Jacob Dahl, sáli, og er Jesper voksin upp við føroyska samleikanum, har føroyskur matur javnan var á døgurðaborðinum. Tí verður tað sera spennandi at fáa hann heim til Føroya, mitt í býin í Havn at framføra stóru hitt hansara. Finnið sólbrillurnar og keppin fram, tað verður feitt!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni