Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  13.06.2024 - 13:00 Myndarøð Tíðindi

Dagtilhaldið Sóljan er dagliga karmur um innihaldsrík tilboð, sum stuðla undir møguleikanum hjá eldri at vera virkin. Dagtilhaldið er fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, og er sera væl vitjað.

 

Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 13.00 til 16.00.

Fríggjadag er tilboðið visiterað frá kl. 11 til 15. Tað merkir, at starvsfólk hjá NBH gera eina meting av, um hetta tilboðið er serliga væl egna til tørvin hjá einum ávísum borgara. Tað merkir sostatt, at Dagtilhaldið Sóljan er eitt samansett tilboð, ið bæði er opið og visiterað.

Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma, so dagarnir kunnu verða fjølbroyttir, men tað er onki at ivast í, at tað serliga er felagssangur, binding og borðspøl sum popp og lættar fimleika rørslur, sum vanliga mynda dagsskránna.

Nakrar ferðir um árið verður eisini skipað fyri útferðum, har øll, sum hava dagliga gongd í dagtilhaldinum, hava møguleika at luttaka.

 

Dagtilboðið í menning

Ymiskar tillagingar hava verið gjøgnum árini. Høvuðsorsøkin er, at tilboðið helst skal nøkta veruliga tørvin, og tí verður tilboðið eisini tillagað eftir ynskjum og tørvunum hjá teimum, sum gera brúk av tilboðnum.

 

Døgurðaskipan

Umframt at tað altíð verður bjóðað ein drekkamunnur, so hevur tað í eina tíð eisini verið møguligt at melda seg til eina døgurðaskipan, sum er kl. 12.00 mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Døgurðaskipanin er eitt visiterað tilboð, og plássið er avmarkað. Tí er neyðugt at venda sær til eitt av starvsfólkunum, um ynski er at gera brúk av døgurðaskipanini. Ein máltíð kostar 70 kr.

 

Dagtilhald á Kalsoynni 

Í eitt gott ár hava starvsfólkini í dagtilhaldinum eisini skipað fyri dagtilhaldsløtu á Kalsoynni. Hetta tilboðið verður boðið fólkapensjónistum annan mikudag í hvørjum mánaði frá kl. 11:30 til 14:30.

Til ber at lesa um fleiri tilboð og tænastur hjá Norðoya Bú – og Heimatænastu á www.nbh.fo 
 
 
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
STEINWAY-KONSERT Í KLAKSVÍK
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Hjalgrím vitjar Norðlýsið
John, Tommy og Abbas
Málverju- og fótbólts­skúli í Gundadali v…
Qigong í Klaksvík við Krabbameins­felagnu…
Nýggj trio við Leu, Elinborg og Katrín ú…
Fær takkarløn fyri óteljandi tímar av sj…
Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Myndarøð: KÍ - AB
KÍ vann seg næstan í finaluna um løgmans…
Kappingarførið má aftur á dagsskránna
Ársins Ódnartak 2025
2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbei…