Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klassisk heimspremiera í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2024 - 20:08 Mentan Tíðindi

Eitt av evnaríku býarbørnunum hjá Klaksvík er Simona Eivinsdóttir, og hon hevur komponerað eitt spildurnýtt verk, sum fær heimspremieru í Varpinum fríggjakvøldið 28. juni kl. 19. 

 

Klassiskur tónleikur er helst ikki tað, Klaksvík ella Norðoyggjar eru best kendar fyri. Men tað sær nú út til at taka eina nýggja vend, tí tann 28. juni verður Varpið karmur um eina World New Music Days 2024-konsert, sum tað eitur, har føroyska Ensemble Aldubáran fer at hava eina serstaka konsert í Varpinum.

Hetta er í samband við World New Music Days, sum International Society of Contemporary Music, ISCM, skipar fyri. ISCM er eitt altjóða netverk av limum úr umleið 50 londum, sum arbeiða fyri at fremja og framføra samtíðartónleik. Hetta kvøldið fara tey í Aldubáruni at framføra verk eftir fleiri ymisk altjóða tónaskøld, so sum Liu Qiqi úr Kina, Tryggva Þór Pétursson úr Íslandi, Jordan Nobles úr Canada og Kára Bæk úr Føroyum. Og so verður eisini eitt verk eftir lokala tónaskaldið Simonu Eivinsdóttir framført á fyrsta sinni. Simona sigur sjálv:

–  “Mín fyrsti íblástur til hetta verkið, bílagt til Aldubáruna, var at royna at fáa tey ymisku ljóðførini at trína fram og eisini spæla saman í ymiskum samansetingum. Eitt slag í senn leiðir hjartað, eins og tónleikurin, okkum ígjøgnum ymiskar tíðir í okkara lívi.”

Konsertin verður fríggjakvøldið 28. juni kl. 19 í Varpinum og kostar 125 krónur.

Keyp atgongumerki her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður