Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: EB/Streymur-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.06.2024 - 06:45 Ítrottur Tíðindi

Skal nøkur FM-vón liva hjá KÍ, so skal dagsins dystur vinnast sum upptakt til HB-dystin, sum tá verður alt avgerandi.

Bæði liðini eru nógv skerd til hendan dystin. Hjá EB/Streymi hevur Rógvi Egilstoft leikbann, meðan Bergur Poulsen og Tóki Johannesen fóru skaddir av vøllinum seinast. Hjá KÍ eru 11 leikarar, sum neyvan fáa spælt nakran nevniverdan leiklut vegna skaðar. Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Símin Kalsø, Børge Petersen, Patrick Da Silva, Óli Ey. Poulsen, Jákup B. Andreasen, Hallur Hansson, Jonn Johannessen, Mads Bo Mikkelsen og Jóhan Josephsen eru allir skaddir ella hava drigist við skaðaar. Albert Ejupi hevur fingið síni loyvir uppá pláss, meðan tað í morgun er óvist, um Alexander Berntsson fær loyvini áðrenn dystarbyrjan. Verður hann ikki klárur, so eru 12 sáttmálaleikarar, sum helst ikki verða tøkir. Hinvegin kunnu vit vænta eitt nýtt navn á bonkinum, tí 17 ára gamli Heini Dai Jørgensen, sum er vágamaður, ið gongur í skúla í Klaksvík, hevur gjørt sáttmála við KÍ í vikuni. Hann hevur vant við besta liðnum stóran part av árinum í ár og hevur spælt við næstbesta liðnum.

Dysturin við Margáir byrjar kl. 15.00. Dómari verður Rúni Gaardbo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni
Klaksvík­ingur fekk debut í bestu deildin…
Tað gráa gullið – nýti arbeiðsmeg­ina hjá…
Hvør er Joseph Michael Williams?
Málninga­framsýning við Elisabeth á Bakka…
KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum
KÍ fingið styrk til álopspartin
Hetta var ikki okkara dagur - KÍ tapti 0…
18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn da…
Upptakt: HB-KÍ
Seinastu sluppir­nar í Klaksvík fóru alla…
120 børn á Másheyggi
Tríggir glaðir kokkar
Meting: HB-KÍ
Klaksvík­ingur vann spennandi jóansøkuróð…
Víðagitni rannsóknarfara­rin í Klaksvík a…