Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

KÍ fingið styrk til álopspartin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.06.2024 - 20:37 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur kunngjørt nýggjan leikara.

KÍ skrivar:

Sáttmáli er gjørdur við 23 ára gamla normannin Joseph Michael Williams

Joseph kemur frá Arendal, sum spælir í Post Nord-Ligaen. Joseph hevur verið við í fýra dystum á norska U18 og U19 landsliðnum og yvir 130 dystir í vaksnamannadeildum herav 27 í Eliteseriuni.

- Eg eri sera fegin um aftur at samstarva við Joseph M. Williams. Hann hevði longu sum 18 ára gamal sín fyrsta dyst í Eliteseriuni og hevur roynt seg á U-landsliðum. Eg var við til at fáa hann til Gjøvik/Lyn í fjør, har hann vísti sítt máltev við 10 málum í 13 dystum. Hann er ógvuliga sterkur kropsliga, dugnaligur taka ímóti bóltinum og kvikur í framrættaðum leiki. Nú gleði eg meg til at fáa hann í KÍ-hópin, har vit fara at arbeiða við at fáa útloyst hansara evnaríku eginleikar.

Sáttmálin við Joseph er til og við 2026. Hann er komin til Klaksvíkar í kvøld og venur við hópinum í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Tá Norðlýsið fylti 110
Luitjen pressar!
Hálvfinalur í BÓNUS kappingini
Líðin og Leiti hagafund
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Størsti sigur hjá KÍ á HB síðani 1970
Myndarøð: HB fekk avsmurning í Klaksvík…
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Upptakt: KÍ-HB
Høgni í knúsandi álopi!
Karla Dánjalsson 95 ár
Lok lagt á Hotellið
Góðir dagar í Víkunum við Jógvan Páll La…
KÍ dømt at tapa 3-0
Norð­oyggjar hava brúk fyri Norð­lýsinum
KÍ-HB í toppdysti skírisdag