Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meting: HB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.06.2024 - 19:47 Ítrottur Tíðindi

Tað eru eini 10 ár síðani, at KÍ hevur staðið við so vánaligum kortum til ein dyst í Gundadali móti HB sum sunnudagin.

KÍ hevur síðstu árini havt gott tak á HB, men í 2024 er hetta broytt til at verða beint øvugt. HB hevur vunnið tríggjar av trimum skrásettum dystum millum liðini í ár. Niðanfyri verður mett um dystin í 14. umfari.

 


Meting

HB hevur bara einaferð í ár farið av vøllinum uttan at hava fingið trý stig, meðan KÍ bara einaferð hevur vunnið ein dyst móti teimum báðum ovastu liðunum. Og meðan HB ikki sá so sannførandi út fyrstu umførini, so hevur harða arbeiði í Gundadali givið úrslit og síðstu tíðina hevur HB sæð út sum eitt lið, sum eisini leikliga er komið uppá nærum sama stig sum Víkingur. Tað er bara at hyggja eftir, hvussu stóra framgongd HB gjørdi leikliga frá stórsteypadystinum og fram til dystin í Klaksvík í kappingini um løgmanssteypið. Hjá KÍ hevur tað hinvegin ikki sæð serliga sannførandi út, og tí er liðið eisini endað í eini støðu, har liðið endaliga kann verða úti av kappingini um meistaraheitið longu sunnudagin. KÍ hevur tapt móti HB óansæð manning, tí í summum dystum hevur HB verið sera illa mannað. Hesaferð verður KÍ sera illa mannað, har eini 10-12 leikarar, ið javnan høvdu verið brúktir undir vanligum umstøðum, ikki spæla. HB-liðið er í betri venjingarstøðu, spælir skjótari, spælir við størri sjálvsáliti og er á heimavølli. Vónin hjá KÍ er, at tað eydnast at skora uppá deyðbóltsstøður, tí í spæli letur HB fáar málmøguleikar ímóti sær. Spæla liðini sum tey hava gjørt tað mesta av hesum kappingarárinum, so vinnur HB ein rímuliga tryggan sigur. Tipping: 1 (2-0)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gráspurvu­rin dámar væl har fólkið býr
Verk eftir Simonu Eivinsdóttir á pall í…
Bryggjaratreff í Klaksvík
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nú er føroyskt á Google Translate
Rynkurnar farnar
“Ung í arbeiði” gera klárt til Team Rynk…
Býráðsfundur í dag
RynkebyFerðin til París byrjar í dag
Almanna­verkið harmast íkomnu støðuna við…
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum