Lýsing
Lýsing
Lýsing

Niðri á Toftum verður gravað hugaliga

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  26.06.2024 - 14:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fornfrøðingurin Anna Sølvia Selmarsdóttir Purkus, Savnsteknikarin Hákun Andreasen og søgulesandi á Fróðskaparsetrinum Súni Anthoniussen, grava hugaliga í víkingatoftunum Niðri á Toftum við Borðoyarik tá Norðlýsið var aftur á vitjan í dag.

 

 

Tað hevur ikki gingið skjótt hjá okkara fornfrøðingum at sloppið fram at hesum toftunum. Fyrstu ferð grivið varð her er í 1969, síðani aftur 20 ár seinnni í 1989, so aftur í 2001 og so aftur í 2001 og í 2002. Síðani ganga aftur 22 ár ti grivið verður í 2023. Í 2003 segði Sølvia, ið eisini stóð fyri útgrevstrinum tá, at hon vónaði at kunna halda áfram til her var liðugt grivið.

Tað sær út til at ynski hennara fer at heppnast, tí aftur í ár stendur hon fyri útgrevsturinum í byrjaðið fyri neyvt 65 árum síðani - Nú má sigast, at tíðin er komin har Tjóðsavn okkara fær endað hetta arbeiðið.

Í stuttari samrøðu sigur Sølvia, at tað hevur gingið væl við útgrevstrinum í ár. Í økinum har myllan hevur verið, hava tey funnið restir av fitisteini, sum kanska ber boð um víkingatíðina, tað sama gerð skapið av eini steinseting, ið líkist skapinum av einum víkingabýli. Tá Eg spyrji Sølvi hvørji sermerki eru fyri at hetta er víkingabýli, sigur hon, at skapið av húsagrundini er soleiðis háttað, at tað er breiðast um miðjuna og smælkar so móti báðum gálvunum.

Vit hava tó ikki funnið nógar brúkslutir síðani 2023, men brendar beinrestir og restir frá fólki í fornari tíð, sum øsku kritpípur og ikki minst eina lokarennu, ið enn í dag er virkin. Jú hetta er eitt sera áhugavert øki. Ætlanin er í ár yt grava til seinast í august mánaða.

Í 2023 funnu vit eina bláa perlu og í ár hava vit funnið eitt leikapetti, men tíðarfestingina av hesum báðum hava vit ikki staðfest enn. Leikapetti, ið Sølvia vísir okkum á eini mynd niðanfyri er helst av nógv yngri tíð enn útgrevsturin annars ber boð um.

Fleiri træðsprek eru annars funnin her, tey eru ikki gjølla kannaði enn, men tá tað verður gjørt, vóna vit at fáa eina nágreiniligari tíðarfesting av toftunum her Niðri á Toftum og kanska eisini eitt boð upp á hvat tilfarið hevur verið nýtt til.

Sera áhugavert verður at fylgja útgrevstrinum frameftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…