Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útgrevsturin Niðri á Toftum við Borðoyarvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  29.08.2023 - 13:29 Mentan Myndarøð Tíðindi

Anna Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, ið stendur fyri útgrevstrinum Niðri á Toftum við Borðyarvík sigur, at grivið varð á fyrsta sinni her í 1969, síðani aftur í 1989 og í 2001 /2002. Nú hevur so verið grivið í ár. Vit fara nú at gevast á hesum sinni, men ætlaninar hjá Tjóðsavninum er at gera útgrevsturin lidnan í komandi ári.

Tá eg spyrjið Annu, hvat funnið er útav við útgrevstrinum, sigur hon, at enn er alt tilfarið frá útgrevstrinum ikki endaliga kannað, men rættuliga vist kann sigast, at her hevur verið eitt langhús frá víkingatíðini.

Lendið her er tó máa nógv burtur av lágættini, so mikið, at stórur partur av húsaleivdunum er dottin í havið. Tað er serstakliga í sunnara enda, at vit mangla heildina, men vestursíðan og norðurendin av húsunum er enn at síggja.

Víðari sigur Anna Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, at her eru fleiri húsaleivdir, hvussu nógvar er ilt at siga enn, tí til tað krevst nærri gransking av tilfarinum, ið er komið fram í samband við útgrevstrarnar. Men nógv bendir á, at her hava fólk búð frá víkingatíð og til miðøld í hvussu so er.

Tað vit hava funnið av brúkstingum, nú vit hava grivið hevur ikki verið nógv, tó hava vit sæð kritpípur og nakað, sum kanska er sera áhugavert er ein blá perla og harafturat petti av fitisteini. Hon kann væl vera frá víkingatíðini, men sigast skal tó, at hon ikki er funnin á primera økinum, men eitt sindur norður av leivdunum. Træsprek eru eisini funnin, ið kanska kunnu siga okkum nærri frá tíðarfestingini, um tey verða kannað.

Eg haldi, sigur Anna Sølvia, at útgrevsturin er sera áhugaverdur, og tað verður spennandi at síggja, tá vit nú fara framhaldandi at grava undir presendingunum, sum vit nú leggja útyvir tað, ið eftir er at leggja fyri dagin. Ikki minst verður áhugavert at vita, hvør niðurstøðan verður, tá tilfarið verður granskað nærri.

Anna Sølvia vísti okkum eisini á eina lokarennu har víkingar ella tey, ið bygt hava har í víkingatíð ella miðøld hava veitt vatn fram við byggingini. Sjálvt um rennan hevur ligið har í fleiri hundrað ár, so rennur vatnið í henni enn.

Hósdagurin er seinasti dagurin hjá fornfrøðinginum Niðri á Toftum á hesum sinni, so um onkur vil hitta Annu Sølviu har, so er at bera seg skjótt at.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…