Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bryggjaratreff í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2024 - 19:47 Myndarøð Tíðindi Vinna

Nakrir týskir bryggjara-floksfelagar hjá Einari Waag vitjaðu hann í Klaksvík í síðstu viku. Tey vitjaðu ymsastaðni í býnum, m.a. á Kósavirkinum, har tey sóu ymisk sløg av fiski og flakalinjum og sjálvsagt á bryggjarínum hjá Einari. Tey vóru sera áhugað í virkseminum har, og leiðin gongur eisini til Gásadals. Vit hittu Einar í floksveitsluni í barndómsheiminum hjá honum

 

(Grein úr blaðnum)

 

Tað eru 54 ár síðani, at Einar og floksfelagarnir gingu í flokki saman í bryggjaraskúla í Týsklandi, og tey hava hitst fleiri ferðir í ymiskum týskum býum. Síðst tey hittust, gjørdu tey av, at hesa ferðina skuldi tað vera í Føroyum, at tey hittust. Øll eru tó ikki úr Týsklandi, og Einar Waag kom at búgva í kamari við trimum øðrum nationalitetum.

Umstøðurnar at ganga í skúla tá í 1968-1969 vóru nevniliga sera ólíkar umstøðunum í dag. Einar og 5 aðrir floksfelagar búðu á sama kamari saman. Teir vóru 3 eysturríkarar, ein føroyingur, ein indonesari og ein bolivianari, og teirra kamar nevndist Útlendingakamarið. Einar og floksfelagin úr Bolivia vóru 21 ár, meðan onkur av hinum var heilt uppi í 40’unum. Nakrir eru falnir frá, men ikki nógvir, og Einar metir sjálvur, at hann er tann einasti av teimum, sum framvegis er til arbeiðis. 

Gomlu floksfelagarnir fingu sjálvsagt eisini rundvísing á bryggjarínum hjá Einari, í kirkjuni, á bóndagarðinum, og vitjað verður eisini í Gásadali, har gestirnir sleppa at síggja bygg-akurin, sum letur ingrediensir til ølina Múlafoss. Gestirnir sluppu eisini av tilvild at heilsa upp á borgarstjóran. 

Seinastu 15 árini hava floksfelagarnir hitst minst 3. hvørt ár, men sum tíðin er liðin, eru teir farnir at síggjast oftari, og tey allarseinastu árini hava tey hitst hvørt ár. Onkrar góðar søgur eru eisini frá teirri tíðini: 

Eina ferð vóru teir farnir í býin í einum fólkavogni, har teir vóru 8 fólk í sama bili, og tey komu av óvart til at skøva ein annan bil. Har vóru tvær ungar gentur í, og tey vórðu øll tikin inn á politistøðina. Tey munnu hava verið nakað irriterandi, tí at enda søgdu politistarnir bara “Hau ab!”, ið merkir nakað tað sama sum “Skrubba av!” á føroyskum. 

Eina aðra ferð vóru tey farin á Oktoberfest. Har lógu ein rúgva av fólki eftir einum skráningi, og tá Einar spurdi inn til, hvat tey vóru fyri fólk, fekk hann at vita “Bier Leiche”, ið merkir øl-lík. Tað vóru nevniliga øll tey avdotnu, sum lógu har. Tey vórðu heilt einfalt bara borin út og løgd har, so hvørt tey duttu av. 

Einar Waag tosar (næstan) flótandi týskt. Hann hevur lært týskt á studentaskúla, men tey tosaðu so mikið tjúkka dialekt, tá hann kom á skúlan í Týsklandi, at hann ikki skilti nógv meira enn helvtina. Men tað kom so við og við. 

Gestirnir steðga eina tíð afturat, og teir fara á vitjan á Bakkafrosti á Glyvrum, ein túr til Havnar, ein túr til Kirkjubøar, og so omanfyrinevnda túrin til Gásadals, áðrenn leiðin gekk av landinum aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Birgit Hartmann Jacobsen, studentaskúlal…
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík