Lýsing
Lýsing
Lýsing
Neyvan nakrantíð man spurningurin um kognitiva førleikan hjá forsetavalevnum hava fylt so nógv - ja, tað mesta - sum í ár í kjalarvørrinum av einum forsetavalevna-hólmgongu. | Mynd: Medpagetoday

Joe Biden er besta kortið hjá Republikanarunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.06.2024 - 19:25 Leiðarin Politikkur

Tað er kenslan eftir at hava hugt at orðaskiftinum undir fyrstu ”hólmgonguni” millum avbjóðararnar báðar til amerikanska forsetavalið, sum verður 5. november í ár. Hóast CNN hevur staðfest fleiri ósannindi hjá Donald Trump, valevni fyri republikanararnar, so kom sitandi forsetin og valevnið hjá demokratunum, Joe Biden, verri frá tí. Men tað allarløgnasta var ikki tað, men at demokratiski flokkurin nústani tykist vaknaður við kaldan dreym.

 

 

Vegna tíðarmunin lá tað tíverri ikki fyri at hyggja at orðaskiftinum ”live” í nátt, men eftir at hava hugt at tí í dag, er niðurstøðan, at Donald Trump á ongan hátt tosaði seg inn í ein forsetasess aftur. Tað var sitandi forseti og mótvalevnið, sum við sínum jánkarsliga avriki leveraði tey bestu argumentini fyri, at Trump er tað frægara av tveimum minni góðum í at velja.  

Tað átti í roynd og veru ikki at borið til at vunnið eitt forsetaval eftir øgiliga ófriðin trettandakvøld í 2021, sum snúði seg um ónøgd millum republikanskar stuðlar um, at Donald Trump tapti valið í 2020. Gamaní skal ein politikari ikki ábyrgdast fyri alt, hansara stuðlar gera, men hann er komin við óhepnum útsagnum um tað síðani. Ófriðurin var óhoyrdur, og hevði undir vanligum umstøðum helst forkomið politiskum framtíðarætlanum hjá einum forsetavalevni.

Men eftir orðaskiftið í gjárkvøldið er Donald Trump á greiðari kós til at gerast forseti aftur. Bara eina ferð áður er tað komið fyri, at ein forseti er vorðin forseti aftur eftir at hava verið úti í eina setu, og tá skulu vit 130 ár aftur til Grover Cleveland, ið var forseti fyri demokratarnar í 1885-89 og aftur 1893-1897. Ímillum seturnar var republikanski Benjamin Harrison forseti. Nú eru forteknini øvug, um ikki okkurt óvæntað hendir.

Tí Joe Biden kom alt annað enn væl frá tí. Fyri meg sum hyggjara var tað torført at fylgja við í, hvat hann segði. Eina løtu tosaði hann ov skjótt og at kalla datt um síni egnu orð. Eina aðra løtu var evnið skattur, men uttan at steðga á, skifti Biden brádliga evni og byrjaði at tosa um Medicare og pandemiina. Talan var ikki um ein nýggjan setning, men í sama setningi sum fyrra evnið. Talan var ikki um, at hægri skatturin fór til Medicare, skuldi nakar hildið tað, men hann segði orðarætt, at ”We finally beat Medicare”, t.e. at tey høvdu vunnið á Medicare (Medicare er amerikanska svarið uppá Heilsutrygd, tó at skipanin er fundamentalt øðrvísi).

Donald Trump stóð seg munandi betur, men tað var ikki vegna tað, hann segði. Okkurt av tí var enntá ikki rætt, hava faktakekk staðfest. Men hann var skarpari og samanhangandi. Tað átti at verið ein rein forering fyri demokratarnar, at republikanararnir hava stillað Donald Trump upp, men við at halda so rimmarfast um sitandi forseta sum einasta valevni hava tey spælt sær síni bestu kort av hondini. Og spurningurin er, um tað ikki er ov seint at gera nakað við tað nú.

Og tað førir til tað mest undranarverda við orðaskiftinum millum valevnini bæði. Nevniliga, at hetta er onki nýtt. Øll, sum hava fylgt við í amerikonskum politikki seinastu árini vita, at Joe Biden leingi hevur havt torført við at formulera setningar, at hann til tíðir virkar púra burtur í øðrum heimi, og at hann blandar nøvn (sum tá hann fyrr í ár til dømis blandaði Emmanuel Macron við François Mitterand, sum doyði í 1996), fyri bert at nevna nøkur dømi um óhepnar støður. Tað er tí ikki at vera eftirklókur at siga, at Joe Biden í gjárkvøldið leveraði júst tað, sum man kundi vænta. Tað er nakað, vit øll – og sjálvandi eisini demokratarnir – áttu at havt sæð komið. Og øll vit onnur, uttan amerikonsku demokratarnir, sóu tað eisini.

Tí tykjast demokratarnir nú sum høvuðleysar hønur, tá teir nústani nevna onnur forsetavalevni sum ein møguleika. Tað hevði verið upplagt at gjørt tað fyri hálvum ella heilum ári síðani, so tað valevnið kundi verið innkoyrt og valt til undanvalini fyrr í ár. Nú er øgiliga seint at koma við tí.

Tað eru ikki ellisskavankarnir hjá Joe Biden, sum áttu at skapt yvirskriftir í dag. Tað er hví restin av Demokratiska flokkinum nústani varnast teir, sum átti at verið studerað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað