Lýsing
Lýsing
Grindalistarnir í Klaksvík
Her ber til at síggja á hvørjum grindalista tú er á
Tá heimapartar skulu býtast, ja, so gongur telefonin hjá sýslumanninum heit. Fólk vilja vita um tey eru uppi á listanum ella bátinum, sum tey hoyra til.
Í Norðoyggjum hevur hendan skipanin nógv ár á baki. Ymsu bátarnir hava ein ella fleiri formenn, hvørs ábyrgd tað er at halda listarnar dagførdar, sum sýslumaðurin síðani býtur heimapartarnar eftir.
Vit høvdu Karl Johansen, borgarstjóra í horninum fyri løtu síðan og hann bað okkum um at leggja grindalistarnar á heimasíðuna.
Viðmerkjast skal at tað er rúm tíð síðan at fleiri av listunum eru dagførdir.
Seinastu tíðindini