Lýsing
Lýsing

Fíggjarstøðan: Vit mugu aftur til ‘tæring efter næring'!

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  03.11.2024 - 17:12 Politikkur Tíðindaskriv

Seinasta val róptu fólk varskó. Býurin stóð fullur av nógvum ólidnum verkætlanunum. Somuleiðis kom fram, at tamarhald mátti fáast á vánaligu fíggjarstøðuna

 

Hvat er so hent hesi seinastu fýra árini? Treyðugt so, at okkurt er blivið liðugt, men enn er nógv eftir, sum liggur á láni. Men fyri at nakað skal bera til, so má tað fíggjarliga grundarlag vera til staðar. Um vit hyggja inn á  “Kommunan í tølum”, á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, so ber lætt til at fáa yvirlit fíggjarstøðuna.

Viðheft havi eg nøkur lyklatøl, ið vísa myndina síðan 2015. Tað er so sólarklárt, at kommunan hevur livað yvir evni í nógv ár. Tað býráð, sum tók yvir og skuldi fáa skil á fíggjarstøðuni, eigur at hava torført við at sannføra nakran um, at støðan er nakað frægari nú.

 

Raksturin øktur

Tað, sum fellur mær í eyguni er, at raskturin er øktur so nógv, at møguleikarnir at gera nýggjar íløgur eru ógvuliga avmarkaðar. Eisini er tað eyðsæð, at kommanan í fleiri ár hevur brúkt væl omanfyri tað, sum er komið inn í kassan.

Kringvarpið tekur væl samanum samanlagda úrsliti av fíggjarpolitikkinum seinastu árini:

“Tað er eingin loyna, at Klaksvíkar kommuna skyldar nógv. Kommunan skyldaði 358,5 milliónir krónur við árslok 2023, men hevur tikið meira lán, skuldin er nú, sambært Føroya Váðaráð, 450 milliónir krónur – eins nógv sum hjá Tórshavnar kommunu”.

 

 

Gevið gætur, at roknskaparárið 2024 er ikki liðugt.

 

Skert kappingarføri

Kappingarførið við arðar kommunur er heldur ikki nøktandi. Barnafrádrátturin er 6.500 krónur, sum er væl niðanfyri tær 8.000, sum er miðal fyri allar kommunur í Føroyum. Eisini er skattaprosentið í hægra endanum, 20,75 prosent, sum er væl omanfyri tey 20 prosentini, sum er miðal fyri allar kommunur í Føroyum - og langt omanfyri tað, sum borgarar hjá Tórshavnar kommunu, sum rinda 19 prosent í kommunuskatti.

Tað hevur eisini kraft síni offur, millum annað, tá ið ein navnframur politikkarir gjørdi eina fíggjarliga fintu fyri at fáa kabalina við Biskuptorgið at ganga upp. Í 2003 bygdi kommunan 24 bústaðir til eldri Undir Kráarbrekku, fyri síðani at avreiða ræðisrættin til Bústaðir tíggju ár seinni. Tað er ikki góður eldrapolitikkur!

Verandi fíggjarpoltiska gongd kann ikki halda áfram, vit eru vorðin alt ov sárbær. Nú mugu vit aftur til skilagóðan fíggjarpolitik!

”Aftur til tæring efter næring!”

 

Hjalmar Zachariassen

X við Sjálvstýri

 

Keldur:

https://www.klaksvik.fo/kommunan-i-tolum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli