Lýsing
Lýsing

Nýggjársheilsan frá Nes kommunu

SKRIVAÐ: nes.fo  |  31.12.2024 - 13:44 Tíðindi

Á midnátt í kvøld, nýggjársaftan, er valskeiðið 2021-24 runnið, og nýtt býráð tekur við.

 

 

Í hesum valskeiðinum er fólkatalið munandi økt. 1. januar 2021 búðu 1399 fólk í kommununi. Í des. 2024 búgva 1585 fólk í Nes kommunu. Á vári í 2023 tók Nes kommuna við býarheitinum.

Skattaprosentið í Nes kommunu er framvegis 20,5, meðan barnafrádrátturin frá 1. januar 2025 hækkar til 7000,- kr.

Frítíðarkortið fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár er kr. 2000,-

Dagstovnagjøldinini verða eisini óbroytt í 2025

Nettoskuldin hjá Nes kommunu er í des. 2024 umleið 35 pct. í mun til skuldarmarkið.

 

Fyri Nes kommunu hava seinastu árini sum heild verið góð. Eisini 2024 hevur verið eitt gott ár. Tað er framvegis rættiliga stórur fólka- og inntøkuvøkstur.

Í ár, eins og seinastu árini, eru fleiri farin í nýggj sethús og íbúðir. Sum heild hevur verið og er stórt virksemi i bygging av íbúðum og sethúsum.

Við tí inntøkuvøkstri, sum hevur verið, so hevur kommunan eisini havt møguleika at gera íløgur, fremja ábøtur og hava viðlíkahald á ymsum økjum. Framburðurin í kommununi er stórur á flest øllum økjum.

Tá ið býráðið, sum í kvøld leggur frá sær, tók við fyri fýra árum síðan, so valdu vit at seta eina høvuðsyvirskift fyri hetta valskeiðið, sum ljóðaði: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring”. Nú fýra ár eru farin, tori eg at siga, at væl er komið burturúr, og at endamálið í stóran mun hevur eydnast – eisini við skilagóðari fíggjarstýring.

Her eru nøkur av arbeiðunum, sum eru raðfest og avgreidd í valskeiðinum 2021-24:

 

Karmar gjørdir fyri fjølbroyttari íbúðar- og sethúsabygging. Peningur settur av at leingja Høganesvegin 180 metrar í 2025.
 

2. Skúlin dagførdur:

1958-bygningurin klæddur og fingið búmerki
Nýggj tónleikastova
Nýggj alis-evnafrøðistova
Svimjihylurin fingið munandi dagføringar – eisini við atliti til minni orkunýtslu
Nýggjur útbúnaður til skúlagarðin
 

3. Svangaskarð:

Bygningurin umvældur og fingið nýggjan køk
Nýggj vallarljós
Peningur settur av til at skifta graslíki og gera ákoðaraskýli í 2025.
 

4. Barnagarðurin:

Gamli Barnagarðurin klæddur
Nýggjur útbúnaður til útiøkið
 

5. Frítíðarskúlin:

Nýggi bygningurin gjørdur liðugur
Gamli bygningurin umvældur innan
Nýggjur útbúnaður til útiøkið
Peningur settur av til at skifta tak og klæða gamla partin í 2025
 

6. Oyrarnar og við Rætt:

Brimverja á 110 m er gjørd til tess at betra kyrruna. Peningur settur av til at gera 70 m afturat í 2025
Fyrireikingar gjørdar til eitt spennandi trivnaðarøki við Rætt
 

7. Neshamar:

Munandi umvælingar á bryggjuna
Nýggjan drátt og nýtt spæl
Økið fríðkað
 

Saltneskeiin umvæld
 

Nýtt reinsiverk til drekkivatnið. Ferð er annars sett á at loysa tær avbjóðingar, sum enn eru av ávísum leiðingum.
 

Umvælingar av vegum og kommunalum ognum
 

Vinnuøkið gjørt norðan fyri Saltsøluna
 

Lendisgøta gjørd av Agninum og niðan á Gaddavegin. Farið er undir at gera gøtu av Agninum og út á Líðarenda.
 

Alment WC gjørt í nýggja Undirhúsinum
 

14. Kirkjugarðurin víðkaður við 1300 fermetrum

 

15. Eldraøkið raðfest við størri játtan til ávís endamál

Samtykt at keypa stigabil til SKS
 

Áralagið í fráfarandi býráði hevur verið sera gott, og tað er, eftir míni meting, ein fyritreyt fyri at náa góðum úrslitum. Og vónandi verður tað eisini eitt gott samstarv í býráðnum, sum tekur við á midnátt.

Í okkara kommunu hava vit ferð eftir ferð sæð, at standa vit saman í felagsskapinum, so kunnu ótrúlig úrslit fáast burturúr. Tað síggja vit, ikki bara í kommunalum høpi, men í so mongum viðurskiftum í okkara kommunu.  Vit síggja tað m. a. í kirkju- og samkomulívinum, í ítróttarfeløgunum og øðrum felagskapum, har eldsálir brúka tíð og orku til at gagna felagsskapinum. Jú, ein góður felagsskapur er gull verdur.

Nes kommuna er ein vakstrarkommuna. Við røttu raðfestingunum er eingin ivi um, at nýggja býráðið hevur møguleika at byggja víðari á góðu gongdina. Nógvar spennandi verkætlanir eru møguligar.

Á ársins seinasta degi vil eg eisini  í mínum stilla sinni takka øllum teimum, sum gingu undan og løgdu lunnar undir okkara vælferðarsamfelag. Takki fyri alt tað góða í brátt farna ári, men hugsi eisini um tey, sum fingu tungar løtur. Í 2024 hava eisini verið tungar løtur hjá fleiri familjum, eisini í okkara lokalsamfelag, tá ið ein av okkara kæru varð tikin burtur. Sorgin nívir tungt, men góð minnir um góðar løtur kunnu verða ein troyst og uggi, tá ið tregi og sorg níva. Vit kunnu aftur og aftur staðfesta, at vit eiga bara dagin í dag, í veruleikanum eiga vit bara løtuna, og tað eigur at minna okkum enn meira á at standa saman í hesum stutta foldarlívi og vera góð við hvønn annan. Fremja tað góða og forða tí illa.

At enda vil eg hjartaliga takka fráfarandi býráðslimum fyri sera gott samstarv. Eisini vil eg bera øllum okkara samstarvspørtum eina hjartans tøkk fyri gott og gevandi samstarv í brátt farna valskeiði.

Fari at biðja til Guð um frið millum heimsins lond. Við hesum vil eg ynskja okkum øllum eitt gott og vælsignað nýggjár.

 

Toftir, tann 31. des. 2024

Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyðgunn: Veruligi avrikslistin hjá Jørge…
Hoyrnin veitir hjálp til tey, ið stríðas…
Yvirskrift: Fiski­mála­ráði og Havstovan g…
Ein dýrabarur dropi i tíðarhavinum
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum