Greining av nýggju keypsætlanini hjá KÍ
KÍ hevur valt at royna nakað heilt nýtt í síni keypsætlan.
Tað kom óvæntað á hjá mongum, tá KÍ nýggjársaftan kunngjørdi, at tríggir leikarar úr Argentina hava gjørt sáttmálar við KÍ. KÍ greiddi frá arbeiðsgongdini, har royndi danski venjarin, Ove Christensen, var brúktur sum ráðgevi. Hetta er ein í KÍ nýggjur máti at keypa uppá á einum nýggjum marknaði. Kanska ein staðfesting av, at neyðugt er við broytingum, tá útlendskir leikarar skulu keypast, tí síðani KÍ í 2015 byrjaði at keypa nógvar útlendskar leikarar, so hevur kanska bara ein triðingur sligið til. Men spurningurin er, um hetta er rætta leiðin fyri at betra um tey hagtølini?
Talan er um leikarar, sum hava spælt á einum stigi, sum er torført at samanbera við føroysku deildina.
Verjuleikarin Gastón Tellechea er tann elsti, 25 ár, sum í 2021 spældi 17 dystir í næstbestu deildini í Argentina. Í 2024 spældi 1,88 metur høgi miðverjin, sum eisini spælir sum høgri bakkur, í triðbestu deildini í Argentina.
Miðvallarleikarin Martin Rodrigo Gonzalez, 21 ár, og álopsleikarin, Tobias Giusti, sum er 20 ára gamal, koma frá eykaliðnum hjá Lanús, sum er eitt stórt felag í bestu deildini. Martin er 1,73 metur høgur, meðan Tobias er 1,83 metur høgur. Tobias kann eisini spæla sum vinstri vongur.
Leggja álitið á Ova Christensen
Tað verður við hesum nógv álit lagt í hendurnar á 74 ára gamla Ova Christensen. Ove hevur nógvar royndir sum venjari í m.a. donsku Superliguni hjá m.a. Viborg, Vejle og Randers. Tí skuldi fakliga stigið verið í lagi.
Men Ove hevur ikki verið verið venjari síðani 2016 og ikki havt starv í fótbóltsfelag síðani 2022. Og so tað týdningarmesta: Hevur Ove førleikarnar til at meta um stigið á føroyskum fótbólti ímun til hesar leikararnar. Ove hevur onkuntíð vitjað í Føroyuim og var einaferð settur ísamband við venjarastarvið í 07 Vestur. So onkra vitan hevur hann helst um føroyskan fótbólt, men er tað nokk kann man spyrja.
Samskiftið, veðurlagið og mentanin verður avbjóðandi
At keypa leikarar frá landi sum hevur sera sterka fótbóltssiðvenju og sum er verandi heimsmeistari í fótbólti virkar upplagt, men tað sum ger tað serliga avbjóðandi eru viðurskifti, sum ikki hava beinleiðis við fótbóltsdygdirnar at gera.
Eitt er samskiftið. Leikarar hava spanskt sum teirra talumál og tað ger tað torført at samskifta í øllum førum so leingi, sum teir ikki skilja annað mál ella venjararnir ikki duga spanskt. Hetta kann blíva ein stór avbjóðing, tí samskiftið bæði frá venjara til leikarar og millum leikarar er so týdningarmikil partur.
Eitt annað er veðurlagið. Hyggja vit eftir hitastigunum í Buenos Aires, so eru tey summar dagar í hesi vikuni yvir 30, meðan januar og februar mánaði søguliga sæð kunnu verða rættiliga buldraligir í Føroyum, hvat veðri viðvíkur.
Og so er tað mentanin. Allir tríggir koma frá Buenos Aires, har yvir tríggjar milliónir búgva og skulu nú búgva í Klaksvík, har áleið 5000 fólk búgva.
Tað sum kann verða ein fyrimunur á hesum økinum er, at tað eru tríggir leikarar, sum koma frá sama landi og at teir tí kunnu hjálpa hvørjum øðrum við ymsu avbjóðingunum. Sum ein bólkur kunnu teir koma lættari at trívast.
Søgan hjá leikarum úr Suðuramerika
Nakrir leikarar úr Suðuramerika hava verið í Føroyum fyrr og eisini KÍ. Eisini úr júst Argentina. Gunnar Nielsen úr Argentina spældi við í 2007, men hann hevði tá í fleiri ár frammanundan verið í Føroyum og Danmark, so tað ber ikki til heilt at samanbera. Tey feskastu dømini eru úr ÍF og AB og har hevur verið ymiskt, hvussu teir hava roynst. Agustin Marsico hjá AB og Elvio Gelmini hjá ÍF hava roynst væl í teimum feløgunum, men Agustin var ikki meir enn hálvt ár í Føroyum. Men vit hava eisini havt t.d. Sebastian Lebus og Gonzalo Zarate, sum ikki hava verið so eyðsýndir.
Spenningur
KÍ rakti illa við keypunum av leikarum og venjarum í 2024 og av tí sama eru teir flestu av teimum longu søga í felagnum. Frammanundan hevur KÍ framt eitt fyri mong ivasamt keyp í Filip Brattbakk frá 07 Vestur og so Patrik Johannesen, sum helst fer at gera góðan mun, um hann ikki hevur mist ov nógv vegna krossbandsskaðan í 2023. Í øllum førum royndist hann væl í 2019 og partvís 2020.
Og nú KÍ hevur roynt nakað nýtt, so er kanska eyka stórur spenningur knýttur til, hvussu hetta fer at roynast. Verða hetta leikarar, sum veruliga fara at gera mun og kanska tá lata upp fyri nýggjum framtíðar møguleikum á hesum marknaði. Tó avmarkar hesin marknaðurin seg sambært kappingarreglunum hjá FSF sum siga:
Grein 19 Stk. 7. Lið, ið luttekur í føroysku lands- og steypakappingini, hevur loyvi til at nýta í mesta lagi 4 útlendskar leikarar í einum dysti, tó eru bæði útlendskir leikarar, sum burturav hava havt spæliloyvi at leika í Føroyum í minsta lagi í 3 fylgjandi kappingarár, og sum hereftir 4. kappingarárið á rað søkjur um spæliloyvi, og norðurlendingar, ikki fevndir av hesi áseting.
Ella hevur KÍ rakt heilt skeivt, soleiðis at hesir ikki fara at gera nakran nevniverdan mun. Tað svarið fáa vit komandi tíðina og longu fyrstu venjingarnar og venjingardystirnar koma fyrstu ábendingarnar, hóast hesar ikki altíð eru eftirfarandi fyri, hvat hendur, tá kappingin fer í gongd um góðar tveir mánaðar.