Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gott nýggjár!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2024 - 16:00 Leiðarin Mentan

Um eitt bil siga vit 2024 farvæl og bjóða 2025 vælkomnum at vera. Norðlýsið vil við hesum takka øllum norðoyingum og øðrum fyri farna árið og ynskja øllum blíðan byr í komandi ári

 

2024 var sum heild eitt gott ár, hóast myrk skýggj nú eru farin at síggjast í havsbrúnni. Tað skal tí vera okkara vón, at øll tit, sum lesa hetta, koma heilskapað og við góðari heilsu gjøgnum árið 2025, og at vit fara eitt sindur ríkari úr 2025, enn vit nú gera úr 2024 – tað veri seg heilsuliga, mentanarliga ella fíggjarliga. Má komandi árið gagnast tykkum væl.

Siður er at geva eitt nýggjárslyfti, og lyftið frá Norðlýsinum er, at eisini í 2025 fer blaðið at verja lokalu áhugamálini her norðuri. Hetta verður gjørt í viðurkenning av, at tað er minst líka stórur tørvur á tí, sum tá ið Norðlýsið varð sett á stovn fyri 110 árum síðani.

Av hjartanum eitt gott nýggjár, øll somul!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…