Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hanna Johannesen farin

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  01.01.2025 - 13:40 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Nú Hanna Johannesen, fødd Heinesen, Klaksvík, fór um sýn (2. jóladag 2024), 93 ára gomul, situr tú eftir við mongum fjálgum minnum

 

 

Okkara vegir møttust, tá ið eg fyri tjúgu árum síðani, skrivaði søguna um Klaksvíkar sjómansskúla, ið faðir hennara, Fischer Heinesen, setti á stovn í 1947.

Í hesum samandi vitjaði eg gestablíða heimið á Kósini. Foreldrini, Esther og Fischer, vóru farin, men Hanna og yngra systirin, Doris, vóru har framvegis. Tær vóru sera hjálpsamar, dugdu væl at siga frá og áttu nógvar myndir at læna mær.

Ein dagin, eg var á gátt, kom Hanna við endurminningum eftir pápa sínum og spurdi, um eg ikki vildi lesa tær og siga, hvat eg helt.

Liðugur at lesa, ringdi eg og segði, at hetta máttu vit gera meira við. Í 2007 kom so bókin: ”Fischer Heinesen – tá ið rak við og ímóti.”

Hanna var fødd í Keypmannahavn 15. mai 1931, tók realprógv í Marstal og fór síðani á Skårup Husholdningsskole.

Hon og systirin fluttu til Føroya við foreldrunum í 1947, og eini trý ár sat Hanna á skrivstovu hjá Jens Clæmint Isaksen í Klaksvík.

Hanna giftist við Edvin Johannesen á Hædd í Klaksvík, og tey fingu børnini Elsu, Fischer, Henrikku og Esmar.

Umframt at halda hús, vaskaði Hanna á Klaksvíkar sjómansskúla og var leiðari hjá skótaliðinum í KFUK. Í 1996 doyði maður hennara, Edvin á Hædd.

Tankarnir leita til tykkara, sum eftir sita. Samstarvið við hesa gávuríku kvinnu komi eg ongantíð at gloyma.

Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um Honnu Johannesen.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Faxe Kondi: Stjørnan – EB í kvøld kl. 18
Nógvur útróður seinastu dagarnar
Arnbjørn vitjar Norðlýsið
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir