Klaksvíkar kommuna fyrst og fremst – hvussu gera vit?
Í 2016 gjørdi eg eina vinnulívsfrágreiðing til vinnunevndina hjá Klaksvíkar kommunu um vinnulandslagið og tørvin. Longu tá var tað ein greið semja millum vinnulívsfólk, og hon er enn tann sama: tørvur er á einari greiðari samstarvsstrategi millum vinnulívið og kommununa fyri at skapa búskaparligan vøkstur!
Fyri at skapa møguleikar fyri búskaparligum vøksturi í Klaksvíkar kommunu, eru her trý ting, sum eg fari at arbeiða fyri:
1. Nú er nóg mikið práta – vit skulu í gongd!
Vit hava vinnur í býnum, ið hava hópin av hugskotum og ætlanum um, hvussu tær kunnu vaksa. Men hvør verður hoyrdur, ella hvør sleppur at vera við í planleggingini? Lat okkum skipa eina formella nevnd, sum savnar bæði vinnuumboð og býráð saman fyri at skapa ætlanir í felag. Við at gera hetta til ein part av kommunuskipanini, kunnu vit tryggja, at allar røddir verður hoyrdar og umboðaðar á ein opnan og gjøgnumskygdan hátt.
2. At stuðla vinnuni er ein sigur fyri kommununa!
Klaksvíkar kommuna hevur virðismikið tilfeingi - so sum Íverksetarahúsið - ið kann spæla ein lyklaleiklut í at skipa fyri skeiðum og veita vitan, ið kann menna vinnulívið. Vit hava eisini ein hóp av royndum vinnuleiðarum og fólki við altjóða royndum, har vitanin kann koma øllum samfelagnum til góðar. Við at samstarva við lokala vinnulívið og skilja teirra tørv kunnu vit bjóða reglulig skeið og verkstovur, ið kunnu økja um førleikar og hjálpa fyritøkum við menning og nýskapan.
3. Heimurin hevur longu samband við Klaksvíkar kommunu – lat okkum fáa tað besta burturúr!
Klaksvíkar kommuna er ikki ein avbyrgd oyggj. Okkara lokalu fyritøkur arbeiða longu saman við virkjum úr øllum heiminum, og Atlantic Fish Fair savnar hundraðtals vitjandi her, og vit hava eisini vinarbýir kring allan heimin. Hesi sambond eru virðismikil, men vit kunnu gera meira fyri at gagnnýta tey. Lat okkum styrkja okkara samleika, so tað gerst greitt, at vit í kommunu eru opin fyri nýggjum møguleikum, so sum tøkni og grønari orku.
Lat okkum samstundis eisini gagnnýta tey sambond, vit hava við vinarbýir kring heimin, og soleiðis skapa útvekslingsskipanir og vinnusamstørv, ið hava til endamáls bæði at deila vitan, men eisini at lata upp fyri nýggjum vinnumøguleikum.
Við tínari atkvøðu 12. november 2024 kunnu vit taka hesi fetini saman fyri at tryggja, at Klaksvíkar kommuna ikki bert er knýtt at restina av heiminum, men verður eitt stað, har fólk ynskja at gera íløgur, arbeiða og byggja sær eina framtíð.
David (Wonik) Im
Valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelagið
X við Im