Líggjas 3 gull og eitt silvur
Líggjas vann gull í 400, 800 og 1500 frí, umframt silvur í 200 frí, á danskari juniormeistarastevnu
Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:50.31 og gull í eisini 400 frí á donsku juniormeistarastevnuni 2024, tveir hundraðpartar frá HM-kravtíðini á 3:50.29
Besta tíð hjá honum áðrenn hetta, var 3:54.34 frá Vestdanske í Aarhus, fyrst í oktober. Altso betring á 4,03 sekund, yvir 400 metrar.
Hann er nú triðskjótasti føroyingur nakrantíð í 400 frí, aftanfyri Pál Joensen (1990, SuSvim) á 3:40.12 og Óla Mortensen (1996, HS) á 3:48.67.
Tíðin gevur 782 AQUA-stig
Vit fáa ikki gjørt nakað við kravtíðina til HM, tí hon er ásett av World Aquatics; og Líggjas kann ikki velja sær eina triðju grein afturat 800 og 1500, eftirsum hann hevur klárað kravtíð har.
Einasti møguleiki hjá honum, er at svimja skjótari á FM, næsta vikuskifti. Um altso hann ynskir at hava 400 afturat sum møguleiki á HM
Líggjas vann sostatt gull í 400, 800 og 1500 frí, umframt silvur í 200 frí, á hesi donsku juniormeistarastevnu.