Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt norðurlendska virðisløn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.06.2024 - 12:53 Ítrottur Tíðindi

Nú evnið er ”burðardygg bygging” er Kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelagi í uppskoti at fáa Umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

 

 

Formliga er tað arkitektavirkið Henning Larsen – North Atlantic, sum Norðurlandaráðið hevur tilnevnt, men tað er onki at taka feil av, at tað er kappróðrarneyst-bygningurin í Klaksvík, ið er verkið, arkitektavirkið er tilnevnt fyri.

Tilsamans eru 7 verkætlanir tilnevndar, og tað er ikki ein dómsnevnd, ið skjýtur upp, men almenningurin – í øllum førum í fyrstu atløgu –, og evnið er ymiskt ár um ár.

Úr grundgevingunum fyri tilnevningina stendur m.a. ” The building is a rethink of traditional Faroese boathouses, with wooden façades and big windows, where indoor and outdoor space merge. It is made of maintenance-free materials and has a grass roof for natural insulation. A work of art …”, á føroyskum:

 

“Neystið endurhugsar siðbundna føroyska neystið við træfasadum og stórum vindeygum, har innandura og uttandurapláss renna saman. Tilfarið er viðlíkahaldsfrítt og hevur flagtak at veita natúrliga bjálving. Eitt listarverk ...”

Víðari stendur, at neystið ríkar alt lokalumhvørvið.

Hini tilnevndu eru: Úr Íslandi: Arnhildur Pálmason, arkitektur. Úr Álandi: Löfbacka Traditionsbygg AB. Úr Svøríki: ETC Bygg. Úr Finnlandi: Liisa Akimof, ið hevur ment eitt øki kring tokstøðina Hoplax í Helsinki. Úr Danmark: Living Places Copenhagen. Úr Noregi: Gaia Arkitekter. Úr Grønlandi: Boligselskabet Iserit A/S.

Umhvørvisvirðislønin hjá Norðurlandaráðnum er 300.000 krónur og verður handað í Reykjavík til Norðurlandaráðharrafundin í vetur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takksamur fyri møguleikan
Evi Tausen við trio á Summar Festival
KÍ og HB hava nógv flestar eittmálsigrar…
Simona Eivinnsdóttir væl fagnað í Varpin…
Opera og sangleiks-konsert í Varpinum í…
Bridgek­vinnu­r­nar vinna fyrsta dyst
KÍ kvinnur­nar taptu í Gøtu í gjár
Birgit Hartmann Jacobsen, studentaskúlal…
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…