Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimsins flottasta kappróðrarneyst

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  25.01.2023 - 19:29 Ítrottur Mentan Myndarøð

Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari móttøka í samband við, at nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag varð tikið í nýtslu.

Uttanfyri var flaggskrýtt og inni stóðu brellbitar á ymsum borðum runt um í húsinum, meðan hugnaligir tónleikur frá Jógvan hjá Inu og Eyðun Nolsøe, sum vit kenna frá Hjarnar, kryddaðu hugnan og smakkin.

Anfinn Nielsen, sang eisini tveir sangir saman við Jógvan og Eyðun, sum legði væl afturat tí góða hugnanum, ið var.

Røður vórðu hildnar av Karl H. Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í Mentanarnevndini og umboð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, Sonju Kjølbro, forkvinnu og Fróða Waag, sum hugleiddi um góða andan í felagnum og góðar løtur annars.

Eisini hugleiddi Jórun Høgnesen, sum í mong ár hevur havt tilknýti til Klaksvíkar Róðrarfelag um góðar løtur í felagnum, og at hon hevði í varðveitslu steyp úr silvuri, hon hevði í hyggju at lata Klaksvíkar Róðrarfelag, sum longu hevur eitt ”óendaligt savn” av steypum frá óteljandi vinnandi ferðum teirra.

Báðir endaveggirnir vóru klæddir við hópin av vøkrum steypum, sum nú rættiliga eru komin til heiðurs og æru í hesum snotiliga bygningi, sum Ósbjørn Jacobsen, Arkitektar hava teknað, meðan Malltek hava smíðað.

At kalla øll, sum tóku orðið, tók til, at hetta við vissu er heimsins flottasta kappróðrarneyst. Um so er ella ikki, er ikki gott at vita, men soleiðis verður hildið, til tað mótsætta er prógvað – Allir gestirnir og húsfólkini vóru sannførd um, at her er í øllum førum talan um eitt risa lop langt framm í tíð við sera góðum kørmum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag!

-      Hjartaliga til lukku!

 

Her niðanfyri, brot úr røðuni hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra:

Onga aðrastaðni í heiminum er ein venjingarmiðstøð staðsett á einum so vøkrum matrikli.

Mær er fortalt, at í eini fundarfrásøgn frá 2003 stendur:

“Hetta er síðsti nevndarfundur í hesum neystinum”.

Tá hugsað verður um tað, so kann man gott siga, at bíðitíðin hevur verið long.

Í hesum tíðarskeiðinum eru tað uttan iva løtur, har tit hava mist mótið, tolið og trúnna á, at tit nakrantíð fóru at fáa aðrar og betri umstøður.

Hóast tað, so eru tit ikki fallin í fátt, tí hesi somu 20 ár hava tit ment Klaksvíkar Róðrarfelag so ómetaliga nógv. Tit hava vunnið eitt hav av steypum.

Tað er sjón fyri søgn!

Tit hava megnað at sett við við ungum og evnaríkum rógvvarum, og tit hava hildið fast og ment ein felagsskap, sum eg ímyndi mær bara fer at styrkjast enn meira komandi árini.

Góðu tit í Klaksvíkar Róðrarfelag, viðhaldsfólk, rógvarar, býráðslimir arbeiðstakarar, arbeiðsfólk, og góðu gestir.

Í september 2020 varð avtalað undirskrivað við høvuðsarbeiðstakarin, Malltek, sum fekk tað fornemmu uppgávuna at byggja nýggja kappróðrarneystið, sum Henning Larsen Arkitektar, við Osbjørn Jacobsen á odda, so meistaraliga hava sniðgivið.

Í dag fegnast vit um, at verkætlanin er komin á mál, og tað eru ikki fá, ið eiga eina tøkk uppborna fyri tað.

Fyrst og fremst vil eg takka býráðnum, kommununi og arbeiðstakarum, sum hava gjørt hetta møguligt.

Eisini ein hjartans tøkk skal ljóða til Klaksvíkar Róðrarfelag, sum hevur verið ein týdningarmikil viðleikari í allari tilgongdini.

Úrslitið er heilt einastandandi flott, og eg ímyndi mær, at tað verða mong, sum fara at njóta gott av hesum umstøðunum.

Ikki bara tey, sum íðka, men eisini tey, sum bara ynskja at uppliva eitt kappróðrarneyst í heimsklassa, tí ein sýnisgluggi er neystið blivið. Og tað eru vit ótrúliga errin av.

Til seinast vil eg ynskja tykkum í Klaksvíkar Róðrarfelag blíðan byr og Guds ríku signing, nú nýtslurætturin liggur í tykkara hondum.

Takk fyri!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…