Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjóri settur á Bústøðum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.06.2024 - 09:17 Tíðindi

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum. Jógvan er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  Jógvan starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá  Klaksvíkar Kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eystur Kommunu. Jógvan byrjar í starvinum hjá Bústøðum seinast 1. oktober.

 

 

Um Bústaðir

 

Bústaðir hevur til endamáls at stimbra bústaðarpolitikk landsins við at fremja bústaðarbygging í Føroyum. Bústaðir er ein týðandi partur av menningini á føroyska bústaðarmarknaðinum, og arbeitt verður miðvíst við verkætlanum, sum kunnu økja um talið av bústøðum í landinum.

 

Uppum 500 íbúðir kring landið

Fyrsta dagin kemur tal á íbúðum, sum Bústaðir bjóðar kring landið, uppum 500.

 

Nýggju byggiverkætlanir við ársbyrjan

Við ársbyrjan í 2024 vóru nýggju byggiverkætlanir í gongd, við 179 nýggjum bústaðareindum.

 

39 íbúðir higartil í 2024

Tríggjar byggiverkætlanir við 39 íbúðum eru liðugt bygdar og útleigaðar higartil í 2024; sjey í Streymnesi og 32 í Havn.

 

54 íbúðir afturat í 2024

Í 2024 verða tríggjar byggiverkætlanir lidnar afturat við 54 íbúðum; harav 35 íbúðir Havn og 19 íbúðir í Fuglafirði.

Í 2025 verða 86 bústaðareindir lidnar á Toftum, Klaksvík og í Havn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Simona Eivinsdóttir væl fagnað í Varpinu…
Opera og sangleiks-konsert í Varpinum í…
Bridgek­vinnu­r­nar vinna fyrsta dyst
KÍ kvinnur­nar taptu í Gøtu í gjár
Birgit Hartmann Jacobsen, studentaskúlal…
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús