Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar komandi trý árini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2024 - 12:32 Tíðindi Vinna

Komandi trý árini fáa allir 7. flokkar í Føroyum fyrstuhjálparskeið.  Betri Stuðul rindar fyri skeiðini, og Undirvísingarstýrið og Reyði Krossur skipa undirvísingina

 

 

 

Komandi trý árini fer ein stórur skari av ungdómum at fáa prógv í fyrstuhjálp.

Í fjør lat Betri Stuðul øllum 7. flokkunum í landinum fyrstuhjálparskeið. Eftirmetingarnar vóru sera góðar, og avgerð er nú tikin um, at komandi trý árini verður fyrstuhjálparskeiðið eitt fast tilboð til allar næmingar í 7. flokki.

Hugskotið er einfalt: børn í 7. flokki eru nom, og tey eru eisini nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu. Í hesum aldrinum gerast tey støðugt meira sjálvbjargin, og flestu teirra taka lut í nógvum ymsum sosialum samanhangum.

Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bera skjótt og rætt at – og bjarga øðrum, um óhapp henda.

Tað er besta gávan, vit kunnu geva, og hon gagnar øllum samfelagnum. Jú fleiri duga fyrstuhjálp, jú tryggari eru vit øll. 

Betri Stuðul stuðlar verkætlanum, ið hava til endamáls at skapa tryggleika, fyribyrgja sjúku ella gagna samfelagnum á annan hátt – og nú allir næmingar í 7. flokki fara at duga fyrstuhjálp, er tað ein íløga í eitt hægri trygdarstig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…