Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov nógv

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.06.2024 - 17:18 Tíðindaskriv

Tað er summar og stevnur og festivalar eru á skránni. Og nú er aftur hóskandi at minna á, at rúsur og ferðsla hoyra als ikki saman.

 

Í samstarvi við Trygd og Betri trygging fremja vit tí rúsátak, sum skal fáa okkum at steðga á, hugsa okkum um og steðga rúskoyring. Ikki bara fyri okkara egnu skyld, men tí at ein skeiv avgerð í ferðsluni kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri onnur enn teg.

Tíverri eru ábendingar um, at tað er eitt sindur vanligari at koyra rúsaður, enn vit hava sæð seinnu árini. Ein mentan, sum mong hildu var ein farin tíð, tykist vera í vøkstri aftur. Og talið av teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er vaksið nógv - serliga millum tey ungu.

 

Ung siga seg koyra hóast tey drekka

Í spurnarkanning millum ung í Føroyum um teirra hugburð til rúskoyring, sum varð gjørd á vári 2023, eru ábendingar um, at hugburðurin er broyttur – í øllum førum í hesum aldursbólkinum. Meðan vit áður hava sæð ein yvirskipaðan hugburð um, at rúskoyring ikki verður góðtikin í Føroyum, eru tey ungu í hesi kanningini ikki eins avgjørd.

Orsøkirnar til at koyra rúsað/ur eru ymiskar. Onkur svarar, at tey fingu ikki fart og vildu bara sleppa heim. Onnur, at tey hugsaðu seg ikki um og fóru tí í bilin. Og summi eru farin ov skjótt í bilin aftur dagin eftir. Men tað sum gongur aftur hjá flestu teimum, sum siga at tey drekka og koyra er, at tey drekka eitt sindur, telja eindir, og meta um. Og tað kann skjótt blíva vandamikið.

 

Eitt glas er eitt ov nógv

Við útsøgnini ’eitt glas er eitt ov nógv’ er boðskapurin, at tær nýtist ikki at rokna, telja, ella meta um. Antin koyrir tú, ella smakkar tú tær á. Ikki bæði. Og tað eru nógvar góðar loysnir til at taka eina betri og tryggari avgerð í ferðsluni. Avtala hvør koyrir heim, áðrenn tit fara í býin. Ring eftir einum hýruvogni. Gang. Tak bussin. Og til tann, sum skal koyra heim aftaná finnast so nógvar góðar uppskriftir til leskiligar drykkir og kokkteyls uttan alkohol. Hvat við einum Espressoskeyk, Sýrutripp, ella skal tað kanska vera ein Heilt appilsinfríur? Uppskriftir finnur tú á www.rff.fo

Átakið heldur fram til hálvan august og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík
Stattarmunu­rin í Føroyum: Tíðin er komin…