Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almannaverkið harmast íkomnu støðuna viðvíkjandi Skálagarði

SKRIVAÐ: Hjørdis Mortensen, depilsstjóri  |  26.06.2024 - 23:45 Tíðindaskriv

Vísandi til at talan er um eitt starvsfólkamál, ber tað í verandi løtu ikki til at siga nágreiniliga, nær ein endalig niðurstøða kann verða gjørd í málinum. Miðað verður tó ímóti at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg.

 

 

Seinastu tíðina hevur Skálagarður í Klaksvík, sum er stovnur hjá Almannaverkinum, verið umrøddur í fjølmiðlunum.

Almannaverkið hevur fyrr víst á, at ein ósemja er millum leiðaran á Skálagarði og leiðsluna á Almannaverkinum, og at leiðarin á Skálagarði í løtuni er frítikin fyri tænastu. Sambært fyrisitingarrættinum eru tað ávís krøv til viðgerðina av almennum starvsfólkamálum, og hesi krøvini hava við sær, at slík mál ikki kunnu avgreiðast skjótari enn eitt vist.

Í fjølmiðlunum hevur verið sagt, at gerandisdagurin á Skálagarði ikki hevur verið góður, síðani leiðarin á Skálagarði varð frítikin fyri tænastu.

Til hetta skal viðmerkjast, at í sambandi við at leiðarin á Skálagarði varð frítíkin fyri tænastu, setti Almannaverkið eitt fyribils leiðslutoymi á Skálagarði, sum er leitt av Jóhonnu Jancyardóttir, eindarleiðara í Almannaverkinum. Í toyminum eru dugnaligir leiðarar, ið hava drúgvar leiðsluroyndir og drúgvar fakligar royndir innan seinheilaskaða, og sum Almannaverkið hevur fult álit á kunnu lyfta uppgávuna at leiða Skálagarð.

Almannaverkið metir sostatt, at gerandisdagurin á Skálagarði er eins góður í dag, sum hann var undan ósemjuni, og at starvsfólkini á Skálagarði veita búfólkunum somu tænastu, sum tey vanliga gera.

Um búfólk eru órógvaði av, at leiðarin á Skálagarði er frítikin fyri tænastu í løtuni, eru bæði ein dugnalig leiðsla og góð starvsfólk, sum kunnu taka hond um búfólkini.

Vísandi til at tað er trupult at manna størvini á Skálagarði, starvast í løtuni 3 starvsfólk frá donskum vikarbureau á Skálagarði. Talan er um roynd starvsfólk, sum eru væl mótikin av leiðslu og starvsfólki á Skálagarði.

Almannaverkið harmast íkomnu støðuna viðvíkjandi Skálagarði. Vísandi til at talan er um eitt starvsfólkamál, ber tað í verandi løtu ikki til at siga nágreiniliga, nær ein endalig niðurstøða kann verða gjørd í málinum. Miðað verður tó ímóti at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg.

 

 

Hjørdis Mortensen

depilsstjóri

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík
Stattarmunu­rin í Føroyum: Tíðin er komin…