Lýsing
Lýsing
Lýsing
Øssur Kjølbro verður innsettur av Una Næs, dómpróvsti | Mynd: Erik Biskopstø

Nýsetti presturin um kallið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2024 - 12:48 Mentan Tíðindi

Herfyri varð Øssur Kjølbro innsettur í kallið sum prestur í Norðoya Vestara prestagjald. Vit hava spurt nýggja prestin um kallið, eins og hvussu tað fyriheldur seg við tí konservativa og tí liberala vonginum innan kirkjugátt, eins og muninum millum stóru Christianskirkjuna og smærru kirkjuliðini í Norðoyggjum.

 

(Grein úr blaðnum)

 

– “Vit eru tríggir prestar, harav tveir eru her í vestara prestagjaldinum og ein í tí eystara. Tað koyrir nógv sum eitt toymi, og ein verður biðin um heilt nógv, sum tað er skylda at gera, men í tí stóra og heila skipar ein sín egna dag í stóran mun sjálvur. Vit tosa nógv saman og arbeiða tætt saman, men geva hvørjum øðrum fríar ræsur á ein hátt, sum gevur góða meining”, sigur Øssur Kjølbro, og heldur fram: 

– “Sjálvt prestagjaldið, tað vestara, er eisini innanhýsis ymiskt, við tað at her er ein stór kirkja – Christianskirkjan – og so tær smærru. Tað er púra rætt, at tað er ein ávís breidd í Fólkakirkjuni; kirkjan fevnir breitt og hevur eina breidd, og tað sæst væl aftur á teimum fólkunum, ið hoyra til kirkjuna og sum ganga í kirkju. Tá ið prestar verða settir, er tað vanliga við eini javnvág hendan og handan vegin í hyggju, men eg trúgvi ikki, at nøkrum presti endiliga dámar at verða koyrdur út á ein vong”, orðar nýggi presturin tað. Víðari sigur hann:

– “Fyri meg sjálvan sigi eg, at eg standi mitt í miðjuni, tí eg standi mitt á kirkjunnar grund. Eg standi fyri tí, sum kirkjan stendur fyri, og tað er Bíblian – Gamla Testamentið, Nýggja Testamentið og so tann lutherska játtanin. Hesum gangi eg fult og heilt inn fyri, so eg standi mitt í kirkjuni. Um eg varð koyrdur út á ein vong, tí eg var liberalari ella konservativari enn hesin og hasin, so letur man seg koyra inn í ein bás, og eg haldi ikki, at eg passi inn í nakran bás, so ella so, og eg dugi eg heldur ikki væl sjálvur at seta onnur í bas, og faktiskt kann eg ikki brúka tað til nakað”, sigur prestur. 

– “Eg arbeiði væl saman við teimum prestunum, sum eg arbeiði saman við, og eg havi tað fínt við tað. Tá ið tað kemur til tey meira kontroversiellu málini, so sum vígslu av fráskildum, kvinnuligum prestum og fosturtøku, so eri eg sjálvandi upptikin av teimum, tá tey eru aktuell og frammi, men í praksis fyllir tað øgiliga lítið – um nakað. Men sjálvandi, tá ið frontarnir verða trektir upp í samfelagnum, so verða teir eisini trektir upp í kirkjuni, og tá vilja summi markera seg.”, sigur Øssur, og fer víðari: 

– “Í tí dagliga arbeiðinum upplivi eg bara eitt virðiligt samstarv. Vit síggja ymiskt á summar spurningar, men vit virka væl saman á týdningarmestu økjunum. Eg upplivi bara virðing, og eg havi sjálvur virðing, fyri teimum, eg arbeiði saman við. Sum prestur komi eg tætt at fólki, sum eru í sambærum, ólukkuligum og keðiligum støðum, og tað er nakað av tí, sum fyllir mentalt mest. Tú skalt møta fólki í øgiliga nógvum ymiskum støðum, og tú møtir teimum eisini allastaðni. Møta tey tær sum presti ella sum privatpersóni?, er ein spurningur, tú mást seta, tá ið tú ert vorðin ein almennur persónur, herundir prestur”, sigur nýggi presturin í Norðoya vestara prestagjaldi. Um tað sigur hann víðari, at:

– “Man kann taka ein púra vanligan dag. Tú kanst sum prestur verða uppringdur av eini familju, har ein avvarðandi júst er látin. Tú kanst hava vitjað hann stutt áðrenn og vita, at viðkomandi ikki livdi væl, og tú skalt hitta familjuna. Seinnapartin sama dag kanst tú skula til dópssamrøðu við eitt ungt par við stjørnum í eygunum, sum nýliga hava fingið eitt barn, ið skal doypast – og dagin eftir kanst tú møta einum brúðarpari, ið skal giftast. Tú skalt hava allar handlingarnar í somu viku. Tú kanst fara á eitt røktarheim og møta fólki, sum er í góðum lag, og sum dámar væl at práta og at fáa vitjan, men síggja inn í eitt kamar, har onkur liggur lágt.”, sigur Øssur Kjølbro. 

Hann heldur fram: – “Tað er gleði og sorg, sum verða koblað øgiliga nógv saman, og tað er sera specielt. Tað er spennandi, men tað er eisini orkukrevjandi. Tú mást duga at umstilla teg sjálvan; tú kemur ikki har sum privatpersónur, men í einum leikluti, har eg skal vera nakað fyri tey, sum bæði er menniskjaligt og persónligt, men eisini professionelt, tí tað hava tey bæði rætt til og krav uppá”, sigur Øssur.

Prestur sigur víðari: – “Fólk hava krav uppá eina virðiliga tænastu vegna ta almennu fólkakirkjuna, og samstundis skalt tú møta teimum sum menniskju í eini øgiliga sárbærari støðu. Og tey eru sárbær, serliga tey sum hava sorg at bera. Ein kann eisini møta fólki, sum reagera á ein hátt, sum tey helst ikki høvdu gjørt, um alt var í lagi. Tá er neyðugt at tú hevur stýr á tær sjálvum. Eisini á kórsgáttini, tá tú hevur eina jarðarferðartalu; prestur skal ikki vera tann, sum grætur mest, men hann kann væl gráta saman við teimum grátandi”, sigur prestur, men leggur afturat, at tað er eisini øvugt: 

– “Tá eitt par giftist, so er tað vanliga ikki mín familja, men ein gleðist kortini saman við teimum. Tá ræður tað um heldur ikki at lata seg ríva við. Prestur skal hava tamarhald á sær sjálvum. Eitt nú hevur hann eina øgiliga stranga tagnarskyldu, ið merkir, at vit mugu gera tað, vit tosa um, so óafturkenniligt, at onki verður avdúkað, áðrenn vit lessa av á ein starvsfelaga. Tagnarskyldan er strangt neyðug og tað heilagasta í prestastarvinum, og tí kann tað verða skjótt, at tað er nokkso nógv, ein gongur og ber inni við seg sjálvan”, sigur Øssur Kjølbro. 

– “Eitt andlát er altíð tragiskt, men enn havi eg verið spardur fyri, at onkur ungur er deyður, sum eg havi skulað tikið mær av sum prestur. Men tað kann framvegis vera tungt at bera inni í sær sjálvum, og hálvan tíma eftir, at tú hevur sitið saman við hesi sorgarraktu familjuni, kanst tú vera í eini barnaveitslu. Tú kanst ikki fortelja nøkrum um hví, at tú situr í einum øðrum heimi, og tað er nakað av tí mest krevjandi í kallinum sum prestur”, sigur Øssur víðari. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík
Stattarmunu­rin í Føroyum: Tíðin er komin…
Verk eftir Simonu Eivinsdóttir á pall í…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Gráspurvu­rin dámar væl har fólkið býr
Bryggjaratreff í Klaksvík
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nú er føroyskt á Google Translate