Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lítla synfoni, Simona kallar, “Livandi hjarta”, er umbiðin av Aldubáruni til at verða framførd á World New Music Days 2024 í Føroyum. Ein frumframførsla í Klaksvík!

Verk eftir Simonu Eivinsdóttir á pall í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.06.2024 - 07:40 Mentan Tíðindi

Í kvøld 28. juni kl. 19 fer føroyski tónleikabólkurin, Adubáran at hava eina serstaka konsert í Varpinum. Eisini at frumframføra eitt verk eftir okkara Simonu Eivinsdóttir, sum er umbiðið til høvið!

Hetta er í samband við World New Music Days, sum International Society of Contemporary Music hevur skipað fyri runt um í Føroyum alla hesa vikuna.

ISCM er eitt altjóða netverk av limum úr umleið 50 londum, sum arbeiða fyri at fremja og framføra ný- ella samtíðar tónleik. Til konsertina í kvøld koma um 70 fremmandafólk, sum eru her á landi í sambandi við WNMD - men tú er sanniliga eisini vælkomin í Varpið!

Aldubáran fer kvøld at framføra verk eftir fleiri ymisk altjóða tónaskaldum:

LIU Qiqi (Kina)

Tryggvi Þór Pétursson (Ísland)

Jordan Nobles (Kanada)

Kári Bæk  (Føroyar)

Men ikki minst verður eisini eitt nýskrivað verk eftir tónleikara, sangara og tónaskald okkara, Simonu Eivinsdóttir, framført á fyrsta sinni.

Um Simonu, og hennara verk skrivar ISCM:

Simona Eivinsdóttir er tónaskald, tónleikari og sangari frá Klaksvík. Hennara fyrsta verk, “Tøgn”, ein strúkikvartett í trimum satsum, fyrstu ferð framførd í 2022 í Tórshavn av Aldubáruni.

Síðani hevur hon skrivað fyri hornorkestur og slagverk, “Stuttligt”, Eina duet fyri violin og klaver, “Verður tú verandi?” og eitt solo-violin stykki, “Dansa bara”.

Hennara seinasta verk – ein sinfonietta ella lítil synfoni, hon kallar “Livandi hjarta”, og er verkið, sum sagt umbiðin av Aldubáruni til at verða framført á World New Music Days 2024 í Føroyum. Ein frumframførsla!

Um verkið sigur Simona:

Mín fyrsti íblástur til hetta verkið, ið varð bílagt til Aldubáruna, var at royna at fáa tey ymisku ljóðførini at trína fram og eisini spæla saman í ymiskum samansetingum. Eitt slag í senn, leiðir hjartað, eins og tónleikurin, okkum ígjøgnum ymiskar tíðir í lívi okkara.”

Livandi hjarta

Hjartað hevur altíð okkurt at siga

skiftandi tónar til skiftandi tíðir

lættir og lívgandi – eisini lágir

men altíð livandi

 

Á hjarta, sum kann sveima í sælu og syngjandi syrgja

hjartaliga sláa skiftandi tónar til skiftandi tíðir

til taktir og trætir troystar og trívir í tónan

sum saman í sóma syngur sítt livandi lag

 

Aldubáran - orkesturleiðari, Bernharður Wilkinson
Andrea Heindriksdóttir  (fl), Anna Klett  (cl), Kristina Thede Johansen (sax),
Joost Bosdijk (bs), Páll Sólstein (horn), Ólavur Olsen (trombon), Johan Hentze (tp),
Øssur Bæk  (vl), Jón Festirstein  (vl), Angelika Hansen  (vla), Andreas Restorff (vcl),
AlviJoensen (gt), Ólavur Jakobsen (gt), Aksel Remmel (pf), Jóhannes Andreasen (pf)

 

Atgongumerki:

Varpid.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Birgit Hartmann Jacobsen, studentaskúlal…
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík