Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rynkurnar farnar

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  27.06.2024 - 13:26 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í sambandi við hesa serstøku fráferð, sum altíð byrjar úr Klaksvík, varð fyrrpartin í dag skipað fyri hátíðarhaldi fyri Team Rynkeby niðanfyri Sambýlið á Heygnum.

Borgarstjórin, Karl H. Johanesen, byrjaði løtuna við einari røðu og ynskti súkklarunum góðan túr. Eisini var tónleikur á skrá, har bólkurin Adrenalin spældi tvey løg.

Sigrun Niclasen helt eina rørandi røðu, umboðandi Team Rynkeby Føroyar og bað Jesus fylgja teimum á leiðini.

Við slík høvi verður eisini savnaður hópin av peningi til endamálið. Barnagarðar og næmingar á Skúlatrøð handaðu ikki so lítlar kekkar.

Tey hava skipað fyri ymiskum tiltøkum og á tann hátt savnað inn pening til Team Rynkeby. Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Eftir røður og sang vóru øll bjóðað til kaku og kaffi í Smæruni. Síðan vóru súkklurnar sendar gott avstað við bestu ynskum.

Væl av fólki var komið saman at heilsa og biðja góða ferð. Tó at tað var nakað gráligt, so var av besta. Í nátt gongur leiðin við Norrønu til Danmarkar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík
Stattarmunu­rin í Føroyum: Tíðin er komin…