Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trý bridgelandslið til EM

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.06.2024 - 13:40 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Fyri fyrstu ferð skulu trý bridgelandslið spæla um EM í bridge. Umframt besta landsliiðið, sum verður rópt opið lið, verða eisini eitt kvinnulandslið og eitt veteranlandslið við.

 

 

EM-kappingin verður í Herning um mánaðarskifti juni-juli.

Opið landslið hevur verið við til EM fýra ferðir ferðir og kvinnulandsliðð hevur verið við tvær ferðir – seinast i 2004.

Hesi ferð er EM kappingin í Herning í Danmark og hevur Føroya Bridgesamband avgjørt at send trý landslið avstað. Hetta er fyrstu ferð eitt veteranlandslið er við. Kravið er, at spælarnir eru minst 64 ár, tá kappingin verður hildin.

EM í bridge verður spælt annaðhvørt ár og plaga eini 30 lond at vera við.

Á hvørjum liði eru trý pør – seks spælarar, har øll liðini spæla øll móti øllum í teimum trimum kappingum opið rað, kvinnurað og veteranlag. Kappingin varir 14 dagar.

Fyri at øll liðini hava somu møguleikar, vera somu spøl spæld við øll borðini. Og fyri spælarar ikki skulu kunna geva tekin til hvønn annan, er ein træskíggi settur á borðið, so spælarar á sama pari ikki kunnu síggja hvønn annan. Slikir skiggjar vera bara brúktir til stórar kappingar.

 

Føroysku liðini eru:

Opið lið: Símun Lassaberg-Arne Mikkelsen, Eyðun Anthoniussen-Dia Jacobsen og Árni M. Dam-Balle Mohr.

Kvinnulið: Marjun Restorff-Arnleyg Mikkelsen, Anna Paulina Olsen-Eva Sarita Berg og Maria V. Hansen-Birita T. Clementsen.

Veteranlið: Arnbjørn Sivertsen-Carl Mikkelsen, Heini Joensen-Danny Danielsen, Petur Anfinn Johannesen-Øssur Winthereig.

Liðskiparar eru: Óli Holm og Oluf Müller.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Lýsing