Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frændur á Tórsfest 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.06.2024 - 23:26 Mentan Tíðindi

Vit kenna løgini Føroyar, Eros, Mítt Land, Uttanumtos, Sangur til frælsi, Lívsmynd, 80’ini, Hundurin brúni og øll hini, og gleða okkum til Frændur fara at yvirtaka Havnargøtur 26.juli 2024. 

 

Hetta verður forkunnungt!

Frændur hava verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkum í Føroyum, síðan teir góvu út fyrstu LP-plátu teirra ‘Saman Við Tær’ í 1984.

 

Teir koma úr Klaksvík . Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men kjarnin hevur altíð verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Umframt frá Frændur, kenna vit teir í dag eisini sum dugnaligar einstaklingar, ið allir hava givið út løg hvør sær. 

 

Flestu føroyingar munnu hava minnir um hugnaligar løtur, har sangir frá Frændum hava verið partur av løtuni, antin á konsertpallinum, í útvarpinum ella saman við einum kassaguittara og felagssangi.  Tað góða lagið fer ongantíð av móta og tað hava Frændur prógvað, nú teir í fýra áratíggju hava givið út  løg omaná løg, ið nærum eru vorðin fólkaogn.

 

Vit kenna løgini Føroyar, Eros, Mítt Land, Uttanumtos, Sangur til frælsi, Lívsmynd, 80’ini, Hundurin brúni og øll hini, og gleða okkum til Frændur fara at yvirtaka Havnargøtur 26.juli 2024. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður