Lýsing
Lýsing
Lýsing

U18 landsliðini í sandflogbólti í Georgia

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  09.07.2024 - 18:53 Ítrottur Tíðindi

U18 landsliðini hjá gentum og dreingjum í sandflogbólti luttaka í evropameistarakapping í Georgia.

 




U18 landsliðið hjá gentum, Osla Johannesen og Maria Teresu Vitalis og liðið hjá dreingjum, Hákun Nón og Rani Ákason, komu til Kachreti í Georgia kl. 6 í morgun. Við á ferðini vóru venjarin Oleksandr Dmytriiev, hjálparvenjarin Boban Ilic og liðleiðarin Berit Norðoy.


Kappingin er í døgunum 10. juli til 14. juli. Dystarskráin hjá liðunum verður løgd eftir styrkismetingini hjá einstøku londunum.
Við tað at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar luttaka í slíkari kapping hava føroysku liðini 0 stig við til styrkismetingina. Tí skulu føroysku liðini fyrst luttaka í eini undankapping, sum verður í morgin, 10. juli. 


Í undankappingini eru Hákun og Rani í bólki við liðum úr Andorra og Armenia. Osla og Maria Teresa eru í bólki við liðum úr Rumenia, Armenia og Aserbadjan.


Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari til sjálva kappingina um evropiska meistaraheitið, sum verður 11. - 14. juli.


Dystarskráðin 10. juli sær soleiðis út, har tíðirnar eru føroysk tíð:


Gentir:


Dystur 1. Kl. 07.00: Baciu og Murgoci (ROU) - Tonoyan og Tonoyan (ARM)
Dystur 2. Kl. 07.00: Alizada og Latsabidze (AZE) - Johannesen og Vitalis (FAR)
Dystur 3. Kl. 10.00: Vinnari av dysti 1 - Vinnari av dysti 2
Dystur 4. Kl. 10.00: Tapari av dysti 1 - Tapari av dysti 2
Dystur 5. Kl. 13.00: Tapari av dysti 3 - Vinnari av dysti 4


Dreingir:


Dystur 1. Kl. 07.00: L. Tagliaferro og Ribeiro (AND) - Aleksanyan og Kesoyan (ARM)
Dystur 2. Kl. 10.00: Nón og Ákason (FAR) - Aleksanyan og Kesoyan (ARM)
Dystur 3. Kl. 13.00: L. Tagliaferro og Ribeiro (AND) - Nón og Ákason (FAR)


Dystirnir verða stroymdir á: https://1tv.ge/sporti/

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Passivt-aggressivir politikarar
Bláa Bylgjan ger nógv burturúr avgerandi…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Kaj Leo: Eg stovnið eitt áhugafelag fyri…
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðre…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting