Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki fleiri Klaksvíksstríð

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø      |  23.07.2024 - 11:51 Politikkur Tíðindaskriv

Tá ið Almannaverkið setti Mildrid á Lógv sum leiðara á Skálagarði, var hetta fyri at uppbyggja ein nýggjan bústovn í Klaksvík til føroyingar við seinheilaskaða og álvarsligum rørslutrupulleikum.

 

 

Ein slóðbrótandi, men eisini vøkur og ambitiøs ætlan, sum Elsebeth Mercedis setti ferð á, sum eins og Sirið Stenberg, eru politikarar, sum av heilum huga trúgva, at fólk uttanfyri høvuðsstaðin eisini megna at lyfta stórar og torførar uppgávur innan Almannaverkið.

Alsamt fleiri í samfelagnum gerast eldri og meiri krevjandi, meðan tey, sum skulu arbeiða við heilaskaddum og øðrum røktarsjúklingum, gerast tíverri færri.   

Hví skuldi ein væl skikkað kvinna, sum Mildrid á Lógv, ikki roynt at gjørt sítt besta sum leiðari av Skálagarði? Eg rokni við, at Heilsu- og almannaverkið gjørdi sítt heimaarbeiðið, áðrenn tey settu hana í ábyrgdarfulla leiðarastarvið. Og tá ið Skálagarður, sjálvt í síni truplu byrjan, við komandi og farandi starvsfólkum, kortini hevur roynst  búfólkunum og teimum avvarðandi góður, so hevur leiðarin gjørt okkurt rætt.  

Vit vita, hvussu trupult tað er innan heilsu- og almannaverkið í dag at fáa fólk. Men raðfestingin er so sum so. Samfelagið lønar og virðismetir onnur lagaligari størv í landinum væl hægri. Og valið verður hareftir.     

Vit skulu fara væl við menniskjum, sum arbeiða við menniskjum. Tað er ikki í lagi at fáa órættaði orð oman yvir seg og í stressaðum arbeiði at renna skjótari enn gott er. Tað veit arbeiðsgevarin í Havn, og tað veit leiðslan í Klaksvík eisini.     

Samskifti gongur sjálvandi báðar vegir. Men at verða tikin av ræði, áðrenn tú ert sloppin til verka, er lítið uppbyggjandi.

Góðu tit, sum varða av og taka tær stóru avgerðirnar!

Brótið ikki nakað niður, sum onnur eru í ferð við at byggja upp. Latið okkum í staðin hjálpa har, sum tað treingir mest. Um tað so er ein nútímans skannari at fyribyrgja eitt nú prostatakrabba ella ein tiltrongdur bústovnur til seinheilaskadd í Klaksvík, so skal hetta ikki elva til stríð, men heldur vera til heilsubót og vón fyri allar føroyingar.

Latið okkum læra av søguni. Í framtíðina fara vit eisini at hava tørv á hvørjum øðrum. Vit hava ikki ráð at stríðast og klandrast. Partarnir mugu royna at tosa væl saman og finna góðar loysnir.

Gott summar

Annika S. Biskopstø    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…