Lýsing
Lýsing
Lýsing

SavnsGull farið í søguna

SKRIVAÐ: Mass Hoydal, fyrrverandi leiðari í SavnsGulli  |  05.08.2024 - 13:42 Lesarabrøv Mentan

At okkurt er farið í søguna merkir vanliga, at tað er dottið niðurfyri. Men alt í virðismikla Kringvarpssavninum er nú talgildað og bjargað fyri eftirtíðina við verkætlanini SavnsGull, og søgan er harvið tryggjað. Men enn manglar føroyska samfelagið at fáa gagn av tí, tí tað er ikki tøkt hjá almenninginum.

 

 

Í 2010 var savnið í Kringvarpinum fult av skjølum og analogum ljóð- og sjónbondum. Tilfarið var í vanda fyri at forfarast, um tað ikki varð bjargað beinanvegin. Fyri at tilfarið í savninum ikki skuldi fara fyri skeytið, varð ein ætlan gjørd fyri, hvussu savnið kundi bjargast við at talgilda ljóð- og sjónvarpssavnið. Niðurstøðan var, at tað skuldi arbeiðast í 10 ár, og tað fór at kosta 27 milliónir.

Tá ið eg varð settur í starv í verkætlanini í 2014, vóru í savninum: 500.000 pappírskjøl (tíðindaskjøl, skráir, Koda-listar og onnur pappír), umleið 13.000 sjónbond og um 30.000 ljóðbond, ið skuldu bjargast til eftirtíðina. Skjótt var at staðfesta, at stórar fíggjarligar avbjóðingar fóru at verða at røkka málinum, sum var at bjarga øllum savninum, áðrenn 10 ár vóru liðin.

Hóast kostnaðarmetingin var 27 mió., vórðu bara 900.000 kr. settar av á fíggjarlógini. Ein serstøk játtan hjá Mentamálaráðnum. Hetta var bara nóg mikið til at fáa gongd á at talgilda útvarpssavnið. Eg valdi at niðurraðfesta sjónvarpssavnið, so støðan gjørdist greið: Var ikki onnur fígging fingin til vega, fór sjónbandasavnið fyri skeytið. Tað fór at gera tað lættari at fáa fígging, um tað kundi fáa fylgir, um fíggingin ikki kom upp á pláss.

Kringvarpið setti um 500.000 kr í verkætlanina árliga, og starvsfólk vórðu sett í starv. Tað var tó ikki nóg mikið av arbeiðsmegi, og farið varð undir at kanna møguleikar aftrat arbeiðsmegini umvegis almennum fyriskipanum. Samskifti varð fingið í lag, og eitt fyrimyndarliga gott samstarv fekst í lag við Almannaverkið, har fólk komu í arbeiðsroynt og tillaga starv, ið eru tvey arbeiðsátøk hjá Almannaverkinum.  Samstarvið prógvaði, at vit hava eitt tilfeingi í samfelagnum av fólkum við skerdum arbeiðsførleikum, sum egna seg óføra væl til verkætlanir sum hesa. Starvsfólkini frá Almannaverkinum hava verið ein av berandi kreftunum í at bjarga Kringvarpsavninum. 

Men hetta var ikki nóg mikið. Tað almenna vildi ikki hækka játtanina, og tí fór eg undir at leita eftir fígging aðrastaðni. Eftir drúgt kanningararbeiði varð valt at satsa upp á ein grunn, og ein umsókn varð á vetri 2016 send A. P. Møller Fonden.

 

Maersk fígging: Savnið gerast tøkt hjá almenningi

Kringvarpið hevði gjørt eina skráseting yvir, hvussu nógv bond vóru í savninum. Við hesari skráseting varð gjørd ein fíggjarætlan fyri, hvussu alt sjónbandasavnið kundi talgildast. Harumframt varð søkt um eina upphædd til at tryggja, at føroyski almenningurin skuldi fáa atgongd til savnið á alnótini. Søkt varð um góðar 5 milliónir í alt, og á jólum 2016 fekk eg boðini, at grunnurin stuðlaði verkætlanini við fullari upphædd. Við hesum kundi alt savnið verða bjargað í 2023, og gongd kundi koma á at gera savnið atkomiligt.

Nú kom rættilig gongd á talgildingararbeiðið. Tað gekk somikið væl, at eina løtu tyktist tað, sum vit kundu klára at talgilda savnið innan fyri 8 ár. Kenslan var sum ein rúsur millum øll starvsfólkini, ið hugagóð kýttu seg at gera hetta týðandi arbeiðið at tryggja føroyska mentanararvin.

Men so hendi tað, sum millum manna bleiv kallað “fíggjarfintan hjá Mentamálaráðnum.” Í fíggjarlógini fyri 2021 skuldi: ”Kringvarp Føroya hava eitt avlop upp á 900.000 kr.”, soleiðis at verkætlanin SavnsGull kundi halda fram. Tað merkti, at umframt tær 500.000 kr, sum Kringvarpið frammanundan fíggjaði árliga, skuldi Kringvarpið nú finna tær 900.000 kr. afturat, sum higartil vóru komnar beinleiðis frá MMR á fíggjarlógini. Hetta hevði stórar avleiðingar fyri verkætlanina. Fleiri mánaðir av 2022 vóru bert trý starvsfólk í SavnsGulli í mun til upp í 10 (m.a. almennar skipanir), ið høvdu verið frammanundan.

Í Kringvarpinum varð tó ásannað, at um fígging ikki kom til verkætlanina, komu vit ikki í mál. Nú, so tætt upp undir málinum mátti verkætlanin ikki detta niðurfyri. Fleiri fólk vórðu avsett til verkætlanina, og á ólavsøku 2023 varð alt tilfarið talgildað, og leiðarin var tá einasta starvsfólkið eftir.

 

Atkomuligheitin tryggjast 

Nú skuldi verulig gongd koma á tað týdningarmikla arbeiðið at fáa tilfarið atkomuligt. Ætlanin var at gera eina skipan, lík teimum sum vit kenna úti í heimi, har ein og hvør kann leita fram, hoyra og síggja tað, teimum lystir. Hetta skuldi eisini menna okkara fólkaræði, at øll lættliga kundu finna fram søguligt tilfar at brúka í almenna kjakinum. Eisini var ment ein demo til eina app.

Hvussu hetta kann henda, er alt savnað í einari fýra ára ætlan, herundir ein ætlan fyri, hvussu alt kann fíggjast. Pengar eru enn eftir í játtanini frá landinum, og talgildingin gekk harumframt somikið væl, at enn eru 1,7 millión eftir av stuðlinum frá A. P. Møller Fonden.

Henda grein er skrivað við tí endamálið, at vísa á tað stór arbeiðið, ið longu er gjørt, og serliga at fáa gongd á arbeiðið, sum ger, at vit øll skulu fáa atgongd til henda dýrgrip. Eg havi altíð hildið tað verið eitt av aðalmálunum: savnið skal ikki bara tryggjast, tað skal eisini út millum fólki, tí hetta er fólksins ogn. Fyri nøkrum mánaðum síðan fekk eg í boði annað starv, og eg tók av. Men arbeiðið, at gera savnið atkomuligt, má hóast tað ikki steðga upp!

Tíverri er einki hent í verkætlanini SavnsGull síðan tá.

Mín áheitan til Kringvarpið og myndugleikarnar er at gera savnið atkomuligt fyri allar føroyingar, so hesin ríki mentanararvur verður ein dagligur partur av okkara samleika heldur enn at liggja og savna støv í Kringvarpssavninum. Loysnin er har, og pengar eru eisini til at seta gongd á arbeiðið.

 

Mass Hoydal, fyrrverandi leiðari í SavnsGulli

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…