Lýsing
Lýsing
Lýsing

Poppdrotning til Føroya

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.08.2024 - 14:49 Mentan Tíðindi

Stórt kvøld fyri vaksin í høllini á hálsi 28 septembur 2024, tá danska Medina heldur konsert.

 

 

Seinastu árini hevur hon rakt nýggjar hæddir, og er Medina aftur vorðin ein av mest eftirspurdu tónleikarunum í Skandinavia.

Løg hennara hava í nógv ár verið tráspæld bæði her heima og uttanlanda, og eru løgini

Kun for mig, Velkommen til Medina, Mest Ondt, Ensom, Vi To, For Altid og Synd For Dig millum tey kendastu. Seinast hava løgini Giv Mig Alt og Danser For Mig Selv ligið ovast á hittlistunum.

 

Medina hevur seinastu árini spælt eitt sindur færri konsertir, men selur hon út nærum hvørjuferð. Tað er gravgangur eftir at sleppa til hennara konsertir, og tað er gravgangur hjá fyriskiparum, at fáa hana at halda konsertir. Hon endaði festivalin Roskilde 2024 og longu 1,5 tímar áðrenn konsertin byrjaði, var fult framman fyri pallin ið nevnist Arena.

Á ‘Orange Scene’ - ið er tann størsti pallurin á Roskilde festivali - spældi heimsstjørnan SZA um somu tíð sum Medina, men soleiðis skrivar dr.dk: “Og selvom stjernen SZA spillede på Orange Scene og kun var halvvejs gennem showet, valfartede gæsterne til Arena. Den amerikanske stjerne kunne tydeligvis ikke måle sig med vores eget danske sangikon, som på festivalen har været et af de største samtaleemner”

 

Medina hevur verið aktuel í góð 15 ár og hevur gjøgnum árini útgivið hitt, omaná hitt, omaná hitt. Í Danmark eru løg hennara vorðin folkaogn, og eisini í USA hava nøkur løg hennara verið nógv spæld.

 

Kvøldið í Høllini á Hálsi byrjar kl 22:30. Tað vera kunngjørd fleiri nøvn seinni.

 

Tiltakið er fyri vaksin og er 21 ára aldursmark.

 

Fyriskiparirnir vænta nógv fólk, og atgongumerkir verða sett til sølu á ebillett.fo 21.august 2024 fyri 495 kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Norðoya Sambands­felag hevur uppstillinga…
Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Myndarøð: U21-landsliðið fyrireikaði seg…
Nú kølnar….
HALLUR KEMUR HOYM!
Kæra Klaksvík
Norð­urlendska veður­ráð­stevnan 2026 verðu…
Stjørnan hevur tilmeldingardag
U21 fyrireikar seg til dyst í Klaksvík
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…