Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður dagur í Fuglafirði

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  07.09.2024 - 21:05 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ein væl pakkað skrá hevði nógv at bjóða aftur í dag í fagrasta veðri. Tú skuldi vera raskur at náa alt.

Morgunin byrjaði við kassabilakoyring, góðum mati, hugnaligum dussi, kramarísi í útikaféini í Miðstaðarlundini, andlitsmáling, spælikrókur, hugni og drekka í Siloa, søluframsýning í skúlanum, ræstkjøtasúpan og bónsasúpan á Muntra, matmarknaður á Mentanartorginum og rættiliga nógv annað.

Umvegis regnskjólsgøtuna, har tey seldu grannakaffi og vaflur, var farið í kirkju til konsert hjá unga orgulsnillinginum, Ari Hammer Joensen.

Hann spældi fleiri kend stykki av Bach og Buxtehude - So væl var spælt og klappað, at Ari mátti finna nótarnar fram aftur til eitt eykanummar, brot úr Toccata og Fuga í D.

So omanaftur gjøgnum lundina, har hópin av fólki nutu tað góða veðrið og góða prátið.

Inni í Ribarhúsi var fullsett av áhoyrarum til konsertina hjá Mariu og Benjamin. So fullsett at fleiri teir heldur settu seg uttanfyri at njóta veðrið, við leivdum av konsertini afturvið.

Kvøldið er langt og nógv er at fara til. Somuleiðis í morgin, sunnudagin, har m.a. ”Úr leikum og løgum hjá Frits – Fjøllini, fjørðurin og innasta hugfarið” við Bárður og Maria á Lakjuni, sum framføra saman við tónleikarum og Fuglafjarðar Gentukóri í Mentanarhúsið kl. 19.00.

Meir um skránna her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
STEINWAY-KONSERT Í KLAKSVÍK
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Hjalgrím vitjar Norðlýsið
John, Tommy og Abbas
Málverju- og fótbólts­skúli í Gundadali v…
Qigong í Klaksvík við Krabbameins­felagnu…
Nýggj trio við Leu, Elinborg og Katrín ú…
Fær takkarløn fyri óteljandi tímar av sj…
Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Myndarøð: KÍ - AB
KÍ vann seg næstan í finaluna um løgmans…
Kappingarførið má aftur á dagsskránna
Ársins Ódnartak 2025
2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbei…