Lýsing
Lýsing
Lýsing

Solidariska jarðarferðin?

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  14.01.2025 - 18:01 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt orkumál er á skrá til løgtingsfundin í morgin. Uppskotið kann tykjast sakleyst, fyri ikki at siga meinaleyst, men í hesum førinum er tað sum við orðatakinum: Skoða ikki hundin á hárinum.

 

Uppskotið er no. 043/2024 og ber heitið: Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el og fjarhita (Elveitingarlógin) – (Framleiðsla og søla av el og fjarhita). Tað eru trý tingfólk, úr sitandi andstøðu, sum hava lagt málið fram, og eru tey Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen. Ætlast kann, at flokkarnir, sum hesi tingfólk umboða, taka undir við uppskotinum. Fáa tey trý, Elsebeth, Helgi og Steffan,  undirtøku frá einum meiriluta fyri uppskotinum, so fær tað helst álvarsligari fylgjur fyri tað føroyska samfelagið enn tey sjálvi grunaðu, táið eitthvørt áhugamál hjálpti teimum at fabrikera uppskotið.

Í viðmerkingum á sosialum miðlum og í lesarabrøvum, hava uppskotsstillararnir grundgivið fyri broytingaruppskotinum við tí uppáhaldi, at arbeiðsbólkurin, sum Landsstýrið og Kommunufelagið settu í felag, hevur mælt til eitt sølulið, sum kundi skunda undir tað grøna orkuskiftið.

Tað er rætt, at arbeiðsbólkurin mælti til eitt sølulið, men bólkurin legði treytaleyst áherðslu á, at alt ravmagn skuldi seljast til SEV, sum síðan seldi ravmagnið víðari til privatkundar, vinnukundar og sølufeløg, uttan at sølufeløgini fingu sersømdir ella serprísir. Sum myndin niðanfyri vísir, mælti arbeiðsbólkurin til, at alt framleitt ravmagn (grønir kassar) bleiv selt inn til SEV (bláu kassarnir), sum síðan seldi tað víðari til brúkararnar (gulu kassarnir), sum vit kenna tað í dag, og eisini seldi ravmagn til sølufeløg (appilsingulu kassarnir), sum síðan seldu ravmagnið víðari til brúkararnar (gulu kassarnir).

 

 

Hetta var tilmælið frá arbeiðsbólkinum, og tað hevði havt við sær, at løggild sølufeløg bert kundu vinna pening, um tey skaptu virðir í søluliðnum - eitt nú við at flyta ravmagnsnýtsluna frá dýrum tímum til bíligari tímar. Tað var umráðandi fyri arbeiðsbólkin, at eitt sølulið ikki varð plaserað ímillum SEV og brúkararnar, men at tað bleiv eitt alternativ, sum brúkarar bert valdu, um teir hildu seg fáa ein ágóða við at keypa ravmagn frá øðrum enn SEV.

Grundsúlan undir broytingaruppskotinum, sum nú skal viðgerast á tingi, er, at: “SEV keypir og selur elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella í smásølu”. Hetta merkir heilt einfalt, at SEV framyvir bert skal vera ein av fleiri veitarum, sum koma inn í tann bláa kassan á myndini. Hetta er sera vandamikið, tí tað fer ivaleyst at hava við sær, at ein partur av brúkarunum limar seg úr tí samhaldsføstu ravmagnsskipanini, soleiðis sum vit kenna hana í dag.

Stórur møguleiki er fyri, at broytingaruppskotið fer at hava við sær myndina niðanfyri, har ein privat fyritøka framleiðir ravmagn, sum ein onnur privat fyritøka (ikki SEV) keypir og selur víðari til brúkaran.

 

 

Ein atkvøða fyri andstøðuuppskotinum í verandi líki, verður ein atkvøða fyri at gera enda á samhaldsføstu ravmagnsskipanini hjá SEV, næstan áttati ára gomlu kommunalu non-profit ognini, sum man hava verið og er meginskorðan undir vælferðarsamfelagnum, sum vit øll eiga í dag.

Broytingaruppskotið heimilar, at keyp og søla av ravmagni í stóran mun verður liberaliserað, tí SEV verður bert ein fyritøka av mongum, sum kunnu keypa og selja ravmagn. Orðingin “keypir og selir alt el” í verandi lóg og viðmerkingum, er broytt til “keypir og selir elorku” í broytingaruppskotinum, sum kann opna upp fyri eini væl størri liberalisering, enn arbeiðsbólkurin mælti til. Ja, í grundini er aktuella uppskotið ikki í familju við tað, sum áðurnevndi arbeiðsbólkur legði upp til.

Við hesum verður staðiliga frámælt at tikið verður undir við uppskotinum hjá Elsebeth, Helga og Steffani.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -