Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslandi í 2024
Tølini fyri pelagiskan fiskiskap í Føroyum og Íslandi fyri 2024 eru nú tøk, og her eru føroysku skipini fremst.
1,1 milliónir tons
Samlaða veiðan fyri øll tey pelagisku skipini var 1.128.593 tons, beint omanfyri 1,1 milliónir tons. Tey grønlendsku skipini, sum landaðu í Íslandi, høvdu eina samlaða úrtøku upp á umleið 7.600 tons.
Føroysku skipini fiskaðu mest
Tað vóru føroysku skipini, sum fiskaðu mest. Samanlagt fiskaðu føroysku skipini 613.000 tons, tey íslendsku 508.000 tons og tey grønlendsku beint undir 7.600 tons. Tilsamans vóru tað 5 skip, sum fiskaðu meira enn 50.000 tons, og av hesum vóru 4 av teimum úr Føroyum.
Börkur NK fiskaði mest av teimum íslendsku
Börkur NK endaði árið 2024 við 3.201 tonsum av svartkjafti, og endaði á einum triðja plássi. Men tað var Christian í Grótinum, sum fiskaði mest, og Christian í Grótinum var einasta skipið, sum fiskaði meira enn 60.000 tons.
Sild
Verður hugt at sildafiskiskapi, so var tað skipið Vilhelm Þorsteinsson EA, sum fiskaði mest av sild. Börkur NK og Sigurður VE komu Vilhelmi á baki við yvir 10.000 tonsum av sild, og á fjórða plássi lá so føroyska Norðborg.
Makrelur
Börkur NK var tað íslendska skipið, sum fiskaði mestan makrel. Men eitt føroyskt skip fiskaði uppaftur meira, nevniliga Fagraberg, sum fiskaði 9.581 tons og harvið mest, tá ið tað kom til makrel.
Svartkjaftur
Skipini úr Føroyum fiskaðu munandi meira av svartkjafti enn íslendsku skipini. Einans tvey íslendsk skip fiskaðu meira enn 30.000 tons av svartkjafti; tey vóru Börkur NK og Beitir NK. Heili 6 skip úr Føroyum fiskaðu meira enn 30.000 tons av svartkjafti, og av teimum fiskaðu 3 meira enn 40.000 tons av svartkjafti. Christian í Grótinum fiskaði mestan svartkjaft, og honum á baki komu Norðingur og Borgarin.
Kelda: http://aflafrettir.com/en/frettir/grein/pelagic-ship-in-the-faroe-islands-and-iceland-final-list-2024/9663